Eitt hátrýst yvir Skandinavia flytir seg spakuliga í ein eystan og rættiliga lýggj luft streymar til Føroya av landsynningi. Um vikuskiftið fer eitt lágtrýst fram við Føroyum av útsynningi og hevur regn og ælaveður við sær. Í næstu viku fara nýggj lágtrýst fram við Føroyum við regni og ælaveðri.
Hósdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi og suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og yvirhøvur skýggjað, men í støðum sól og hitin millum 10 og 13 stig. Í nátt verður eitt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum sum øtlar upp í eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi, 8 til 13 metrar um sekundið. Turt, men skýggjað og hitin um 10 stig.
Fríggjadagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, í støðum upp í hvassan vind, 15 metrar um sekundið. Turt og nakað av sól, men um náttina skýggjað. Hitin millum 10 og 13 stig.
Leygardagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, fyrrapartin í støðum upp í hvassan vind, 15 metrar um sekundið. Turt og mest skýggjað og hitin millum 10 og 13 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin upp í eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og ein yvirgang regn ella ælaveður og hitin um 10 stig.
Sunnudagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið, sum snarar í ein sunnan og útsynning. Út á dagin makar hann vindin niður í eitt lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og ælaveður, men út á dagin turt og møguleiki fyri sól. Hitin um 10 stig. Um náttina verður eitt lot til andøvsgul av suðri, sum snarar í ein eystan, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og stundum klárt, og hitin millum 5 og 10 stig.
Mánadagin verður eitt lot til andøvsgul av eystri, sum snarar í ein norðan, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og nakað av sól og hitin um 10 stig. Um náttina verður eitt gul til stívt andøvsgul av norði, 5 til 10 metrar um sekundið, sum snarar í ein eystan. Skýggjað og yvirhøvur regn og hitin millum 7 og 10 stig.
Týsdagin verður eitt gul til stívt andøvgsul av eystri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum spakuliga makar niður í eitt lot til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður og hitin millum 8 og 13 stig.