Sunnudagin fer HB norður til Gøtu. Tá verður dagsskráin hjá báðum pørtum at kappast um silvurkrónurnar.
Í kvøld varð tað mest sum greitt í Gundadali, at gullið fer at enda í Klaksvík. KÍ hevur 50 stig, og Víkingur hevur 40 stig. Bæði liðini hava spælt 18 dystir. HB hevur spælt 16 dystir, og HB hevur 33 stig.
Í kvøld var tað bara spennandi í seks minuttir tíðliga í seinna hálvleiki. Tað var, tá ið HB hevði minkað um munin til 2-1, og skotið fyrsta málið ímóti KÍ í meiri enn 1000 minuttir, og so varð tað aftur spennandi síðstu fimm minuttirnar, eftir at Hilmar Leon Jakobsen hevði minkað um munin við margháttligum máli. Daniel Johasen legði við frísparki úr høgru bóltin í brotsteigin, ein av mótstøðumonnunum smekkaði høvdið undir bóltin, sum brast í høvdið á Hilmari Leon. Hann lá sum keylan, bólturin fór í málið, og HB spælararnir stóðu uppi yvir Hilmari Leon, meðan máltalvan varð skift til 2-3..
KÍ hevði møguleikar at økja um leiðsluna, og onkrar spentar støður vóru síðstu minuttirnar frammanfyri KÍ brotsteigin, men tað spurdist einki burturúr.
Serliga í fyrra hálvleiki var talan um satt FM avrik hjá klaksvíkingum. Teir vístu seg at vera í sera góðari sinniligari javnvág, teir arbeiddu nógv, og teir vóru væl skipaðir og nærlagdir í verjuspælinum, sum fremsti maður var fyrstur í.
Í álopsspælinum vístu teir seg beinanvegin at vera hugflogsríkari og skjótari enn mótstøðumenninir, ið sum oftast vóru eitt gir lægri, og tá ið klaksvíkingar í fyrra hálvleiki høvdu skorað tvey mál, kendist tað, at nú gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá teimum.
HB hevði torført at vinna seg í álopsstøðu, og tað var ikki fyrr enn síðsta korterið av fyrra hálvleiki, at teir vunnu hornaspørk.
Stóripinnur hevði bara verið runt tríggjar ferðir, tá ið Teitur Matras Gestsson fyrstu ferð noyddist í meskarnar eftir bóltinum. Árni Frederiksberg kastaði langt inn úr høgru, Heini Vatnsdal snittaði bóltin víðari, Claes Phiip Kronberg royndi seg við skoti, og eftir kontra stakk bólturin til Bob Sumareh, sum setti bóltin í málið.
1-0 til KÍ. Áskoðararnir í KÍ skýlinum, sum tey har norðuri plaga at kalla vestara skýlið, trallaðu og sungu, at liðið eitur KÍ, og soleiðis var tað. Tað gekk fult og heilt fyri seg eftir treytunum hjá gestunum, og tá ið 20 minuttir vóru farnir, varð støðan 2-0, og so var tað so skjótt í huganum at verða drigin aftur til síðsta leikdag í 2019, tá ið talan var um finalu millum B36 og KÍ á sama vølli, og klaksvíkingar tíðliga í fyrra hálvleiki vóru frammanfyri 2-0 og vunnu 3-0.
Seinna málið var eftir fríspark í vinstru. Jóannes Bjartalíð legði fram í brotsteigin, og við handara stólpa tveitti Odmar Færø seg fram og stýrdi bóltin í málið.
HB skifti út, tá ið lítil hálvur tími var farin. Pætur J. Petersen avloysti René S. Joensen. Mads Bo Mikkelsen varð fluttur í sentralan leiklut og Pætur settur í ódnina í borðinum, og tað var, tá ið Pætur var komin á vøllin, at tað eydnaðist HB at vinna seg til spentar støður, hornaspørk og málmøguleikar.
Fram ímóti steðginum tóktist KÍ meiri áhugað í at halda tørn og verja enn at søkja 3-0 málið. Men tríggjar minuttir undan steðginum var um reppið, at Bob Sumareh og Árni Frederiksberg spældu seg í støðu til at økja um leiðsluna.
Dómarin legði tveir minuttir aftrat fyrra hálvleiki, og tá ið vanliga leiktíðin var farin, noyddist Mads Bo Mikkelsen skaddur av vøllinum, og Hilmar Leon Jakobsen loysti hann av. Harvið hevði HB í fyrra hálvleiki skift tveir spælarar út.
Spenningurin kveiktist av nýggjum, tá ið Adrian Justinussen vann fríspark dygst uttanvert brotsteigin í høgru, og Daniel Johansen við fínum frísparki lyfti bóltin upp um manngarðin og dygst inn við stólparótini.
Fyrsta málið ímóti KÍ eftir 1009 minuttir, og so var spenningur í eina løtu. Mundi tað fara at eydnast HB at svara aftur og kveikja spenning um FM. Spurningurin varð svaraður seks minuttir seinni, tá ið KÍ økti til 3-1.
Í 68. minutti var tað greitt, at KÍ fór at vinna. Klaksvíkingar vunnu bóltin á miðjuni, og KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen sendi flatt bóltin fram til Bob Sumareh, sum í kapping við Bartal Wardum vann bóltin og úr spískum í høgru sendi bóltin í handara síðunetið, og so var 3-1 til KÍ.
Og so var tað, at HB minkaði um munin til 3-2. Dómarin legði tríggjar minuttir aftrat, og tá kom óneyðug øði í grindina.
Øgiligur fagnaður í KÍ leguni, og tað er lætt at skilja. KÍ er ikki meistari, men nú liggur FM gullið á silvurfati.
HB – KÍ 2-3 (0-2)
0-1: Bob Sumareh 4.
0-2: Odmar Færø 21.
1-2: Daniel Johansen 62.
1-3: Bob Sumareh 68.
2-3: Hilmar Leon Jakobsen 87.
Dómari: Alex Troleis
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – René S. Joensen (Pætur J. Petersen, 29.), Heðin Hansen – Mads Bo Mikkelsen (Hilmar Leon Jakobsen, 45.), Michal Przybylski, Adrian Justinussen (Stefan Radosavljevic, 79.) – Mikkel Dahl
Gult kort: Pætur J. Petersen, Daniel Johansen, Hørður H. Askham
Venjari: Kevin Schindler
KÍ: Mattias Brinch Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck – Deni Pavlovic (Jonn Johannesen, 85.), Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg, Jóannes Bjartalíð (Ivar Sollie Rønning, 90.), Claes Philip Kronberg – Bob Sumareh (Páll A. Klettskarð, 79.)
Gult kort: Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg, Mattias Brinch Rosenørn, Odmar Færø
Venjari: Mikkjal Thomassen