Mikudagin 24. september kl. 13, verður samráð í Fólkatingnum við Frank Jensen um bankakanningina.
Tað er politiska búskaparnevndin, sum hevur biðið um at fáa nakrar spurningar svaraðir skrivliga, áðrenn samráðið verður.
Skrivliga svarið viðgerast á fundinum
Síðani verður skrivliga svarið frá Frank Jensen viðgjørt á samráðsfundinum 24. september.
Frank Jensen skal svara spurninginum, hví løgmálaráðið ikki segði frá, at Michael Rekling, gamli skrivarin í kanningarnevndini, arbeiddi við einum máli fyri Den Danske Bank.
Samstundis verður Frank Jensen biðin um at vátta, at deildarstjórin í løgmálaráðnum, eftir áheitan frá Bjørn Westh, táverandi løgmálaráðharra, ikki greiddi Frank Åen, fólkatingsmanni, frá sambandinum millum advokatskrivstovuna hjá Grønborg og skrivaran í kanningarnevndini, tá hesin bað um upplýsingar um nevndina.
Visti Bjørn Westh?
Løgmálaráðharrin verður eisini biðin um at greiða frá, um fyrrverandi løgmálaráðharrin visti um svarið til Frank Åen, eins og um hann kann upplýsa, hvørjir embætismenn vistu um viðmerkingina frá Grønborg, sum í tveimum førum hevði upplýst um sambandið millum Rekling og Den Danske Bank, áðrenn kanningarnevndin varð sett.
Eisini verður Frank Jensen í skrivligu spurningunum frá politisku búskaparnevndini biðin um at upplýsa, um eygleiðararnir í kanningarnevndini vóru kunnaðir um sambandið millum Rekling og Den Danske Bank.
Habilitet pástandur
Løgmálaráðharrin verður biðin um at senda politisku búskaparnevndini svarið frá Jørgen Grønborg til løgmálaráðið, dagfest 5. september 1997. Biðið verður eisini um viðmerking til pástandin um, at tað sambært lógini ikki verða sett somu habilitetskrøv til skrivaran, sum til limirnar í kanningarnevndini.
Í hesum sambandi verður biðið um at taka aftur týdningin av svarinum frá løgmálaráðharranum frá 22. mai 1995 uppá fyrispurning frá politisku búskaparnevd Fólkatingsins.
Hesir spurningar skulu svarast áðrenn samráðið verður.