Nú skal Tórshavnar Ungdómsráð skipast og veljast

Vit hoyra dag og dagliga tíðindi um at fólkasamansetingin verður alsamt meiri avskeplað. At lutfallið millum tal av ungum og eldri er um at fara av lagi.

 

Um hesir spádómar eru rættir, so er í tøkum tíma at seta tiltøk í verk,  sum kunnu venda gongdini – eisini í Tórshavnar Kommunu.

 

Skal tað eydnast at venda gongdini er avgerðandi at taka ungdómin í álvara og at lurta eftir, hvat tey  siga. At skapa eitt forum, har orðaskiftið kann menna seg, og har boðskapurin kann verða samskipaður, so at hann ikki kann misskiljast.

 

Eg haldi at tað hevur stóran skund at skapa ungdóminum í Havn eitt demokratiskt forum at arbeiða í, og møguleika at gera sína ávirkan galdandi.

 

Tí verður nú farið undir at velja og at skipa Tórshavnar Ungdómsráð. Uppskot til viðtøkur fyri Tórshavnar Ungdómsráð var í dag til viðgerðar í Mentanarvend Tórshavnar Býráðs, og samtykt varð í høvuåsheitum at taka undir við uppskotinum. Mentamálanevndin skjýtur upp, at  valbæri og valrætt til Tórshavnar Ungdómsráð hava øll sum eru millum 14 og 22 ár valdagin. Avgjørt var eisini at fáa til vega hóskandi upphædd hjá Tórshavnar Ungdómsráði at arbeiða við.

 

Á fundi herfyri við umboð fyri stigtakararnar var semja um at skipa fyri  vali til Tórshavnar Ungdómsráð  sum skjótast. Og tað var var greitt, at tað eru nógv mál sum troðka á.

 

Eitt er at slóða fyri tíðarhóskandi lestrarumhvørvi í Tórhavn, eitt annað erspurningurin um bústaðir til ung, sum tey hava ráð til. Eisini er spurningurin um kostnaðarstøðið eitt álvarsmál fyri ungfólk í Havn. Ung undir 18 ár hava eingi rúsfrí støð at fara, tá ið skeinkistøðini eru afturlatin fyri tey.  Og hvussu skapa vit tey neyðugu kreativu umhvørvini, sum klekja ungar íverksetarar?  Bara fyri at nevna nøkur mál úr rúgvuni.

 

Málið er, at vit hava hildið val til Tórshavnar Ungdómsráð áðrenn jól, at vit finna fram til eina valskipan, sum øll ung í Tórshavnar Kommunu halda tað vera spennandi at taka lut í, og at Tórshavnar Ungdómsráð kann fara til verka sum skjótast.

 

Helena Dam á Neystabø, Forkvinna í Mentanarvend Tórshavnar Býráðs