Nú skal veljarin aftur í gongd við sítt politiska virksemi!

Forsætisráðharrin hevur útskrivað fólkatingsval, tískil sleppur føroyska veljarafjøldin aftur undir sítt politiska virksemi, ið er avgerandi fyri, hvør skal umboða Føroyar á fólkatingi komandi árini

Politiska skipanin her á okkara leiðum er soleiðis fyriskipað, at veljarin gevur nøkrum politikkarum vald at taka avgerðir vegna borgararnar. Tá ið so val verður hildið, sleppa hesir at standa sína roynd. Summir vera vrakaðir, meðan aðrir vera valdir. Valdið liggur einans í hondunum á veljarunum. Finnur veljarin eftir valið út av, at skeivt er valt, ber ikki til at velja av nýggjum fyrr enn politikkarnir aftur útskriva val ? upp til 4 ár seinni. Tí er neyðugt at velja rætt.


Positivt samstarv í ríkisfelagsskapinum

Seinastu hálvfjórða árini hevur undirritaði, sum varamaður, umboða Sambandsflokkin á Christiansborg. Høvuðsendamálið hevur verið at tala føroya søk á Christiansborg og at vera við til at skapa positivt samstarv í ríkisfelagsskapinum.

Sjálvt um bankamálið enn liggur og skaðar viðurskiftini landanna millum, so er samstarvið av størri tydningi fyri føroyingar enn at bankamálið fær okkum at pakka saman og ryma. Fyri Sambandsflokkin er tað av stórum tydningi, at vit fáa rættað upp á tey brek, sum skipanin hevur, t.d at fíggjarmálaráðharrin fær innlit í virksemi hjá Fíggjareftirlitinum. Men hetta merkir ikki, at vit bara skulu yvirtaka og aftur yvirtaka til bara drotningin er eftir, sum fleiri aðrir vilja. Nei, vit vilja gera ta seriøsa arbeiði sum neyðugt er fyri at fáa sum best burturúr ríkisfelagsskapinum millum Danmark, Føroyar og Grønland.

Sambandsflokkurin er best førur fyri at umboða Føroyar á Christiansborg. Vit virða samstarvið samstundis sum vit tora at siga dønum ímót. Besta dømi um hetta er dómarakanningin, har Sambandsflokkurin bæði á løgtingi og á fólkatingi bardist sum úlvur á skóg fyri at verja føroysk áhugamál.


Vit mugu tosa saman

Ein av størstu orsøkunum til at bankakreppan endaði soleiðis sum hon gjørdi, er væntandi samskifti millum føroyskar og danskar politikkarar. Eins og eitt hjúnaband heldur ikki kann virka, uttan at kona og maður tosa saman, soleiðis kann ríkisfelagsskapurin heldur ikki virka uttan at tosa verður saman.

Ríkisfelagsskapurin hevur framvegis stóran tydning fyri Føroyar og soleiðis fer ivaleyst eisini at vera, langt fram í tíðina.


Meira enn ríkisstuðul

Prátið um ríkisfelagsskapin kemur í flestu førum ikki longur enn til ríkisstuðulin, og tað er spell. Ríkisstudningurin hevur sjálvandi sera stóran týdning fyri føroyska búskapin. Men hann er ikki tað týdningarmiklasta í ríkisfelagsskapinum. Gulleggið í felagsskapinum er samstarv.

Við heimastýrislógini fingu føroyingar møguleika fyri at yvirtaka og gjalda hópin av málsøkjum. Hetta hevur eftirhondini ført til, at løgtingið hevur fingið nógv størri lóggávuvald og at vit hava fingið okkara egnu stjórn (landsstýri). Uttanfyri heimastýrislógina liggja m.a. uttanríkis- og verjumál, ið ikki kunnu yvirtakast sambært heimastýrislógini.

Føroyar hava við heimastýrisskipanini fingið ógvuliga nógv sjálvræði. Vit hava okkara egna flagg og vera í nærum øllum altjóða felagsskapum góðtiknar sum sjálvstøðugur limur.


Nógvir fyrimunir

Samstundis eru vit danskir ríkisborgarar og kunnu arbeiða saman við restini av ríkinum um mangt og hvat. Her eru nøkur dømi. Føroyskur ungdómur hevur rætt til at søkja inn á danskar skúlar í kapping á jøvum føti við danskar næmingar. Vit hava frælsi at flyta hagar vit vilja í ríkinum og føroyskir myndugleikar kunnu fáa stóra nýttu av samstarvið við serkunnleika í Danmark. Oyggjarnar vera vardar av donsku verjuni samstundis sum vit vera vard av verjusamgonguni NATO, vit hava valutasamgongu við Danmark og fyri at fáa ávirkan á avgerðir, sum snúgva seg um allan ríkisfelagsskapin eru 2 av teimum íalt 179 fólkavaldu umboðunum í fólkatinginum, vald í Føroyum.

Ynskir tú samstarv, er valið einfalt ? Sambandsflokkin, sjálvandi. Har hava hinir onki at bjóða.

Gott val