Nú skulu líkini eyðmerkjast

Sambært Sky News eru líkini av teimum, sum vóru í flogfarinum, flutt av vanlukkustaðnum og skulu nú eyðmerkjast.

 

Sambært russisku myndugleikunum læt Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, lív, tá eitt privatflogfar í gjárkvøldið datt niður ávegis úr Moskva til St. Pætursborg.

 

Sagt hevur verið, at tíggju fólk vóru í flogfarinum, og øll lótu lív. Millum tey deyðu er eisini stovnarin av Wagner, Dmitrij Utkin.

 

Sambært tíðindafólki hjá bretska Sky News, Diana Magnay, eru líkini nú flutt av vanlukkustaðnum, og nú verður farið í holt við at eyðmerkja tey.

 

Diana Magnay vísir á, at Jevgenij Prigozjin hevði fáar vinir, men nógvar fíggindar, og hendingin í Russlandi hevur ikki gjørt fólk serliga ovfarin.

 

Wagner-bólkurin segði í gjárkvøldið, at bæði leiðarin, Jevgenij Prigozjin og stovnarin av Wagner, Dmitrij Utkin, hava latið lív í flogvanlukkuni.

 

Sambært russiskum myndugleikum, sum útlendskir eisini hava endurgivið, stóð Jevgenij Prigozjin á listanum yvir tey, sum vóru í flogfarinum.

 

##med2##

 

 

 

Tað hevur eftir øllum at døma kostað Jevgenij Prigozjin lívið, at hann niðurgjørdi Vladimir Putin.