Norski hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, er nú sloppin inn á universitetið í Oslohar hann skal byrja í heyst. Hann skal lesa statsvísindi,s og lesturin byrjar í heyst.
Men tað er kortini greitt, at Breivik sleppur ikki úr fongslinum, og hann sleppur heldur ikki at hava nakað sum helst samband við hini, sum lesa á universitetinum. Somuleiðis sleppur hann hvørki á ráðstevnur, ella fyrilestrar, ella at fáa persónliga vegleiðing frá lærarum.
Hinvegin noyðist hann at lesa úr fongsulsklivanum, hagar hann fær bøkur og alt annað tilfar, sendandi.
Alt samskiftið ímillum universitetið í Breivik, verður umvegis ein millumamnn í fongslinum, og hann fer eisini at fáa próvtøkuuppgávurnar sendandi í fongslið.
Hetta hevur vakt ans um allan, men stjórin á universitetinum hevur sagt við miðlar, at eftir hansara tykki, hevur tað altavgerandi týdning, at universitetið heldur seg til lógina og ikki letur støðuna hjá einstaklingum broyta nakað.
Tískil heldur hann, at tað er ógvuliga týdningarmikið, at universitetið, ella norska samfelagið ikki lata seg trýsta til at broyta reglur og lógir fyri ein einstakling sum Breivik.
Hann sigur, at tað skal vera tann greiða fráboðanin til øll, sum vilja máa støðið undan teirri fólkaræðisligu skipanini, norska samfelagið byggir á, at tað letur seg ikki kúgað av einum, sum Breivik.
Eftir reglunum, sum eru galdandi, ber til hjá Breivik at lesa, ímeðan hann situr í fongsli.
Annars søkti Breivik um at at sleppa á universitetið í 2013, men tá slapp hann ikki inn, tí henn leyk ikki treytirnar. Men tað ger hann nú, tí síðani hevur hann tikið tær próvtøkurnar, sum vóru neyðugar fyri at sleppa á universitetið.
Tey avvarðandi eftir ógerningin hjá Breivik á Utoya og í Oslo tann 22. juli í 2011, vísa á í VG, at hetta broytir ikki nakað sum helst, tí Breivik sleppur ikki at lesa sum vanligur studentur, og hann sleppur úr fongslinum undir nøkrum umstøðum.