Niels Pedersen sigur, at við lógaruppskotinum hjá landsstýrinum um sokallaða burðardygga ferðavinnu verða føroyingar gjørdir til gestir í egnum landi. Myndirnar tók Álvur Haraldsen

Nú verða føroyingar gestir í egnum landi

- Føroyingar verða lagdir á blik fyri øllum heiminum – fyri nakrar fáar krónur, sigur formaðurin í Føroya Óðalsfelag, Niels Pedersen, nú traktorar og landbúnaðarakfør eru á veg á Vaglið í Havn at mótmæla.

 

Niels Pedersen sigur, at við lógaruppskotinum hjá landsstýrinum um sokallaða burðardygga ferðavinnu verða føroyingar gjørdir til gestir í egnum landi. Myndirnar tók Álvur Haraldsen

- Hetta lógaruppskotið verður ein vanlukka fyri alt okkara vakra Føroyaland og fólk. Føroyingar verða lagdir á blik fyri øllum heiminum – fyri nakrar fáar krónur.

Tað sigur formaðurin í Føroya Óðalsfelag, Niels Pedersen, nú traktorar og landbúnaðarakfør eru á veg á Vaglið í Havn at mótmæla.

Niels Pedersen sigur, at við lógaruppskotinum hjá landsstýrinum um sokallaða burðardygga ferðavinnu verða føroyingar gjørdir til gestir í egnum landi.

- Hví, sigur eg nú so?

Og formaðurin í Føroya Óðalsfelag heldur fram:

- Jú, tí nú sleppur allur heimurin av vála og slóma ella fara upp á land, har tey vilja, og nær tey vilja – fyri bert nakrar fáar krónur.

Niels Pedersen vísir á, at eitt nú sleppa íslendingar framat ferðavinnuni í Føroyum sum teimum lystir sambært Hoyvíkssáttmálanum – og uttan forðingar.

- Aldargamlir siðir og reguleringar innan landbúnaðin verða skúgvaðir til viks. Rakstur av hagunum og seyðarakstur verður burtur.

Formaðurin í Føroya Óðalsfelag vísir á, at hagastýrir, hagastevnur og grannastevnur, sum er ein tann mest demokratiska skipan, vit hava, verður undirgrivin.

- Landbúnaðarstevnur og yvirlandbúnaðarstevnur, sum eru tryggjaðar við dómsvalinum – ja, sorinskrivaranum – verða gjørdar til einkis, sigur Niels Pedersen.

Tað eru Bóndafelag Føroya og Føroya Óðalsfelag, sum skipa fyri tiltakinum í dag, og sum skilst verða landbúnaðarakførini á Vaglinum í Havn um eina lítla løtu.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Niels Pedersen sigur, at við lógaruppskotinum hjá landsstýrinum um sokallaða burðardygga ferðavinnu verða føroyingar gjørdir til gestir í egnum landi. Myndirnar tók Álvur Haraldsen