Nú verður munandi dýrari at taka lán til egnan búsað.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at skerja stuðulin til bústaðarlán.
Í løtuni er rentustuðulin 36 prosent av rentunum, men hann skal nú lækkast so líðandi, til hann kemur niður á 30 prosent í 2018.
Samstundis verður hámarkið eisini lækkað. Í løtuni verður í mesta lagi latið 130.000 í rentustuðuli, men tað hámarkið skal lækkast so líðandi niður í 100.000 krónur í 2018.
Jørgen Niclasen sigur, at tað eru tilsamans 342 lán, har rentan er yvir 100.000 krónur um árið og tað verða so hesi, sum verða rakt av, at hámarkið lækkar.
Hann sigur, at hetta er í samsvari við tað, sum stendur í fíggjarkarmunum, sum løgtingi samtykti í vár.
Men hann leggur afturat, at tað er bara parturin hjá landinum, sum lækkar og úrslitið er, at í 2018 fer landið at spara 15,9 milliónir í 2018.
Kortini fara kommunurnar at spara 700.000 krónur um árið av tí, at hámarkið eisini lækkar.
Hvussu hetta fer at ávirka tey, sum hava lán, veldst sjálvandi um, hvussu stórt lánið er, hvussu høg rentan er og hvussu nógv lánið verður niðurgoldið í tíðarskeiðnum.
Men Jørgen Niclasen hevur sett eitt dømi upp, har rentan er fimm prosent.
Tann, sum hevur 500.000 krónur í lán, skal sostatt rinda 104 krónur meiri um mánaðin í 2018 og tann, sum hevur eina millión í láni skal rinda 208 krónur meiri um mánaðin í 2018.
Tann, sum hevur 1,5 millión í láni, skal rinda 313 krónur meiri um mánaðin í 2018 og tann, sum hevur tvær milliónir í láni, skal rinda 417 krónur meiri um mánaðin.
Og tey, sum hava 2,5 milliónir í láni, ella meir, skulu rinda 1000 krónur meiri um mánaðin í 2018