Gerhard Lognberg, ið nú situr á sínum seinasta skeiði sum borgarstjóri í Skopunar kommunu, helt røðu á bryggjuni í Skopun, tá Teistin fyrstu ferð kom til Skopunar fyri stívliga 20 árum síðan.
- Tá segði eg, at nýggja skipið nú fór at vera okkara asfalt um Skopunarfjørð, men eg segði eisini, at vit fara ikki at steðga her. Næsta stigið verður ein undirsjóvartunnil.
Stutt eftir hetta gjørdist borgarstjórin eisini løgtingsmaður, og aftur nøkur ár seinni legði hann uppskot fyri tingið um tunnil undir Skopunarfirði.
- Eg haldi, at øll vita, at fast samband millum Sandoynna og meginøkið øll árini hevur verið mítt fremsta hjartamál, og nú um stutta tíð verður oyggin alment knýtt uppí meginøkið í Føroyum.
Gerhard Lognberg ynskir at takka øllum, sum hava viðvirkað til, at fasta sambandið nú verður veruleiki.
- Jú, tað verður ein heilt fantastisk løta, tá tunnilin alment letur upp. Eg veit ikki, hvat verður á skránni henda dagin, og eg havi einki hoyrt, men hetta verður ein velduga stórur dagur fyri Sandoynna og fyri allar Føroyar, sigur hann.
Í VkuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin og sum fæst til keyps í blaðsølunum, eru samrøður við borgarstjórar í Sandoynni, nú Sandoyggin um nakrar vikur fær fast samband við meginøkið.
Í blaðnum er eisini samrøða við Gerhard Lognberg, borgarstjóra um, hvussu Skopunar kommuna seinnu árini hevur fyrireikað seg til fasta sambandið.