Summarið er farið at halla, og heystið er nær. Flestu skúlar byrjaðu aftur í síðstu viku, og gerandisdagurin verður nú vanligur aftur hjá mongum.
Nú nærkast eisini tíðin, tá nátungi kann takast á báti. Í dag skriva vit 23. august, og hetta er tíðin, tá menn plaga at gera teir fyrstu túrarnar.
Tað kann vera eitt sindur ymiskt - frá ári til ár, nær nátungin lættir sær á og flýgur úr reiðrinum. Hetta veldst um veðrið, men eisini, nær fuglurin hevur vorpið.
Lotar hann frískligt, nú tíðin er so nær, kann ungin kenna, at nú ber til at lætta sær á. Aðrir verða sitandi longri í berginum – ja, kanska einar 8-10 dagar inn í september.
Tá henda vikan fer at halla, er væntandi, at teir fyrstu nátungarnir koma á sjógvin.
Síðan plagar besta nátungatíðin at vera um mánaðarskiftið august/ september og kanska eina viku inn í september ella so.
Nátin hevur eins og annar sjófuglur verið í minking, men tað hevur verið so nógv til at náta, at minkingin hevur ikki verið so sjónlig, sum við øðrum sjófugli.
Í ár verður sagt, at væl hevur verið til av lunda, og eitt nú í Skúvoy hava menn latið væl at. Enn verður lundi tó ikki veiddur við stong, soleiðis sum veiðan var í mong ár.
Nú hava menn á grannastevnu í ávísum bygdum, har nógvur lundi plagdi at vera, sett kvotu á, soleiðis at veiðan bert er ein lítil brotpartur av tí, hon var.
Lundi verður vanliga fleygaður í juli og kanska eina viku inn í august, um veðrið heldur sær. Men, nú er lundatíðin av á hesum sinni.