Nú verður tað!

Mangan hevur verið spátt, at nú hevði danska stjórnin knúlvað føroysku sjálvstýrisrørsluna. 

 

So var í 1946. Danski embætismaðurin, sýslumaður Kristian Djurhuus, fekk danska forsætisráðharran, Knút Kristensen, til at seta fram eitt ultimatum til føroyingar. Annaðhvørt skuldu vit taka við tí danska uppskotinum um støðu Føroya sum partur av danska ríkinum við somu grundlóg, danskari herskyldu og donskum jarðarskatti, ella skuldu vit loysa frá Danmark og ongar pengar fáa frá teimum. Kristian vissaði Knúti um, at einki var at ivast í, at føroyingar vildu fáa danskan stuðul heldur enn sjálvstýri. Kristian fekk formann javnaðarmanna at taka undir við at samtykkja uppskot stjórnarinnar. Men hetta eydnaðist ikki, tí ein av javnaðarmonnunum, tann 22-ára Jákup í Jákupsstovu, segði nei til innliming í danska ríkið.

 

Tí fingu vit fólkaatkvøðuna 14. september 1946 júst eftir tí leisti, sum Kristian Djurhuus og Knút Kristensen vildu hava: Val millum danskar pengar og sjálvstýri. 

 

Sjálvstýri vann við 51 prosentum av atkvøðunum. Knút Kristensen og formaður Sambandsfloksins, Andras Samuelsen, eins og formaður Javnaðarfloksins, Petur Mohr Dam, boygdi seg fyri úrslitinum, men tað gjørdi aðalstjórin í forsætisráðnum ikki. Hann legði til rættis at senda eitt krígsskip til Føroya at handtaka løgtingsmenninar, sum í góðari trúgv vóru farnir at fyrireika samráðingarnar um sjálvstýri Føroya. Hetta gjørdi, at samráðingarnar um tað sjálvstýri, sum vit høvdu samtykt tann 14. september 1946, vórðu seinkaðar.

 

Tann maður, sum fram um allar aðrar gjørdi mun fyri Føroyar, var løgfrøðingurin, Edward Mitens, skrivstovustjóri løgtingsins. Hann hevði verið fólkatingsmaður Sjálvstýrisfloksins 1915-18 og løgtingsmaður til hann gjørdist skrivstovustjóri í 1940. Hann fekk ígjøgnum, at vit skuldu sleppa undan donskum skattum, eisini jarðarskatti, sum eingin jarðareigari sleppur undan innanfyri danska ríkismarkið. Hetta var ein full viðurkenning av tí ríkismarki, sum var Danmarkar og Føroya millum sambært altjóða lóg. Nú høvdu vit fingið okkara egna landskassa, eins og danir høvdu sín. Nú var spurningurin, hvør dugdi betri at húsast – føroyingar ella danir.

 

Hetta verður í altjóða hagtølum gjørt upp við at rokna út, hvussu stórt virði av framleiðsluni, bruttofaktorúrtøkan (BTÚ), er fyri hvønn íbúgva. Tá vit í 1946 samtyktu at fáa okkum sjálvstýri, var hetta tal nógv minni enn hjá dønum. Men hóast okkara forfedrar tá vóru so fátækir, tordu teir at leypa av rókini sum lomvigarpisan. Teir ivaðust ikki í, at teir fóru at klára seg í kappingini millum aðrar tjóðir.

 

Hvussu hevur so gingist?

 

Nú vísa hagtølini, at vit í 2016 vunnu á dønum í BTÚ-kappingini. Tá fór okkara bruttotjóðarúrtøka fyri hvønn íbúgva upp um BTÚ fyri hvønn dana. Síðani er hesin munur vaksin, og hann hevur ongantíð verið so stórur sum í dag. 

 

Hetta vil siga, at teir sum vildu útseta sjálvstýri til vit kundu standa á egnum beinum, við góðari samvitsku kunnu boða donsku stjórnini frá, at vit nú taka við tí sjálvstýri, sum stjórnin í 1946 gav okkum loyvi til at fáa. Av tí at okkara vinnulívsmenn hava verið slíkir úrmælingar á sjógvi, eins og á landi, er kredittur okkara í so høgum metum, at vit kunnu selja landskassalánsbrøv um so er, at vit hava bráðfeingis likviditetstørv. 

 

Sjálvstýrisflokkurin er farin til val uppá, at vit skulu gerast limir í øllum altjóða felagsskapum, sum vit halda gagna okkum. Sjálvstýri gevur nevniliga so heilt ótrúligar møguleikar bæði fyri vinnulívi og mentan. Hvør dagur vit drála við at seta sjálvstýri í verk, er okkum dýrur.

 

Sjálvandi er hetta eitt stórt mál at avgreiða, hóast tann veruliga avgerðin varð tikin í 1946. Her er umráðandi, at vit tala við einari rødd. Tað, sum er natúrligt. er, at allir flokkar á tingi skipa eina stjórn við øllum flokkum fyri at avgreiða málið.

 

 

 

Við sjálvstýriskvøðum

 

Zakarias Wang, valevni Sjálvstýrisfloksins

 

Fyri meira kunning sí heimasíðu Sjálvstýrisfloksins á leinkjuni niðanfyri:

 

https://sjalvstyri.fo/index.php/2022/12/06/nu-verdur-tad/