Nú verður tað toppur ímóti toppi og botnur ímóti botni

Feløgini í Gundadali spæla á útivølli, í Sarpugerði er toppdystur og á Skála verður botndystur

Nú fara umførini í bestu fótbóltsdeildini av álvara at fækka. Í dag eru fýra dystir í 22. umfari á skrá. Í gjár var ein dystur. Tað endaði 1-1 á Svangaskarði, har EB/Streymur var gestur hjá B68. Báðir partar kendu seg at missa – EB/Streymur í kappingini um fjórða plássið og B68 í kappingini fyri at sleppa undan niðurflyting.

 

EB/Streymur kappast við B36 um fjórða plássið. Í dag fer B36 at spæla grannauppgerð á Argjum.

 

B68 kappast við NSÍ. Í kvøld fer NSÍ at spæla grannauppgerð á Skála.

 

Í Sarpugerði verður suverena toppliðið KÍ gestur hjá Víkingi, ið er einasta liðið, sum hevur møguleika at fáa fatur á toppliðnum.

 

Líkindini at spæla fótbólt vera á góðari leið í dag. Hitastigini vera 10 – 12, og vindferðin verður umleið 6 metrar um sekundið av landssynningi. Tað er møguleiki fyri, at tað seinnapartin fer at regna.

 

 

 

22. umfar

 

Sunnudagin 11. september

 

Víkingur – KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

 

Skála – NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 18.00

 

07 Vestur – HB: Rani A. Skaalum kl. 15.00

 

AB – B36: Bjarki Danielsen kl. 15.00

 

-

 

Leygardagin 10. september

 

B68 – EB/Streymur 1-1 (1-0)

 

1-0: Boubacar Dabo 25.

 

1-1: Bogi Reinert Petersen 48.

 

Dómari: Petur Reinert

 

­­­­­­­B68: Benjamin Schubert – Gilli Samuelsen, Aidan Liu, Hjalti Strømsten, Bárður Ó. Olsen - Aleksandur Ó. Jensen, Sebastian Lau Nielsen (Áki Johannesen, 71.) – Mohamed Samba, Hugin Samuelsen (Andri Benjaminsen, 85.), Steffan A. Løkin (Esmar P. Clementsen, 60.) – Boubacar Sidik Dabo

 

Gult kort: Hugin Samuelsen, Sebastian Lau Nielsen, Hjalti Strømsten

 

Venjari: Jákup á Borg

 

EB/Streymur: Kristian Joensen – Elias El Moustage, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Mattias Weihe Joensen – Bogi Reinert Petersen, Rógvi Egilstoft – Jacob Andersen, Philip Djordjevic, Jóhann Hansson Joensen – Gutti Dahl-Olsen

 

Gult kort: Mattias Joensen, Andras Ó. Olsen

 

Venjari: Jákup Martin Joensen