Í 1989 doyðu 904 fólk í ferðsluni í Svøríki, og í 1995 var talið komið niður á 572. Hetta var lægsta talið í 10 fylgjandi ár, hóast bilatalið var vaksið nógv um hetta mundið. Sviar kundu verið væl nøgdir við gongdina, tí tað bar jú á rætta borðið, og kanska støðan ikki var so álvarslig sum fyrr.
Skaðaleyst ættarlið
Men vit kunnu tó aldrig góðtaka, at nakar doyr og verður skadd/ur í ferðsluni, og serstakliga ikki, tá ið vit vita, hvussu til ber at sleppa undan, at tílíkar vanlukkur ráma menniskju. Hugsanin er einaferð at sleppa at síggja eitt skaðaleyst ættarlið.
Tað er úr hesi hugsanini, at Null-hugsjónin hjá Claes Tingvall spratt í 1995, og Ríkisdagurin samtykti Null-hugsjónina og innihald hennara, sum galdandi ferðslutrygdarpolitikk í Svøríki á leiðini inn í 21. øld.
Hugsjónin galdandi fyri øll
Í roynd og veru er jú einki serstakt, ella løgið við hesum, tí henda hugsjónin býr í grundini í okkum øllum. Vit hava, ið hvussu er so hesa hugsjón, tá ið tað ræður um okkara egna húsfólk og vinir. Man tað ikki vera so, at vit ofta hava á orði við næstrafólk okkara, um at koyra varliga og siga frá tá tey eru komin fram vegin fram. Munurin er bert tann, at nú flyta vit umsorgan okkara út um hesi markaskjøl til samborgarar okkara, so hon nú verður galdandi fyri okkum øll.
Brot úr fyrilestri hjá Petur Jacob Sigvardsen starvsnevndarformanni í RFF