Null-hugsjónin ? mistøk ikki revsast við eini vanlukku

Sambært Null-hugsjónini skulu teir álvarsligu ferðslutrupulleikarnir hvørva. Men hugsjónin kann tó - av góðum grundum - ikki gera, at vit sleppa undan øllum ólukkum

 

Sambært Null-hugsjónini skulu teir álvarsligu ferðslutrupulleikarnir hvørva. Men hugsjónin kann tó - av góðum grundum - ikki gera, at vit sleppa undan øllum ólukkum


FerÐslutrygd

Magnus Gunnarsson



Tilfarið um Null-hugsjónina, sum er grundað á drúgvar royndir og greinliga vitskapliga gransking, er sera rúgvusmikið. Hesaferð vísa vit innihaldið í Null-hugsjónini, sum er ein ítøkilig mynd av tí vegaferðslu, sum vit ynskja at fáa.

Null-hugsjónin er bygd á tann siðsemiliga grundvøllin, at tey mistøk, vit gera - og sum vit altíð fara at gera í ferðsluni - ikki skulu bera við sær, at nakar skal doyggja ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni. Ferðslukervið eigur at verða soleiðis skipað, at tey mistøk, vit gera, ikki skulu verða revsað við eini vanlukku.

Brot úr fyrilestri hjá Petur J. Sigvardsen, starvsnevndarformanni í RFF