Rúni Djurhuus
eykalimur hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráð
-----
Næstan hvørt vikuskifti veri eg spurdur sama spurning: "Hví kunnu tit ikki hava longri opið?" Tað kunnu vit ikki, tí vit ikki hava loyvi til tað. Men hetta ætli eg at broyta. Loyvt skal vera at hava opið til kl. 06 í vikuskiftinum og kl. 02 gerandisdagar.
Eg havi arbeitt í náttarlívinum í Havn seinastu nógvu árini, so eg veit væl, at onkur heldur meg vera inhabilan, tá eg sum býraðslimur ætli at broyta upplatingartíðirnar. Til tað er at siga, at eg gjøgnum mítt arbeiði kenni til, hvussu nógv verandi lóggáva irriterar vanliga borgaran. Tí ætli eg sjálvandi broyta hana.
Eg havi tosa við hini dansistøðini, politistar og umboð í loyvisnevndini, og vilji er fyri at broyta upplatingartíðirnar. So nú mugu vit gera nakað við hetta.
Tað er Tórshavnar býráð, ið ger tilmæli til løgregluna um upplatingartíðirnar, so sum limur í eini komandi býráðssamgongu havi eg góðar møguleikar at broyta hetta.
Trupulleikin við at koyra fólk heim er serliga týðiligur um høgtíðirnar, t.d. á nýttárinum, tá eru fólk heima og hugna sær og koma seint oman í býin at dansa. Tá tey so verða grýtt á dyrð kl. 04, eru tey slett ikki liðug við at vera í býnum. Tey eru glað og vilja dansa. Tí enda nógv av teimum í onkrum morgunballi antin heima hjá onkrum ella úti á gøtunum. Hetta órógvar nábúgvar og náttarfriðin, og tíanverri eru summi so ónøgd við at verða koyrd út, at tey fara til hendurs.
Tá er tað nógv betur fyri øll, at tey eru í tryggum hondum og fara heim pø á pø, tá ið tey eru troytt. Vit hava longu roynt hetta nakrar ferðir til lukkaðar veitslur, og tá fóru fólk glað heim eftir at hava dansa og hugna sær alla náttina.
Fyri Føroyar sum ferðavinnuland er tað eisini ein skandala, at okkara útlendsku gestir verða grýttir á dyrð kl. 24 vanlig kvøld. Hetta gevur teimum verri uppliving av Føroyum. Tí skulu vit sjálvandi eisini broyta upplatingartíðirnar til 02 vanligar dagar.
Vit fremja úrslit