Noma á Norðurbryggjuni er kosin sum 15. besta matstovan í heiminum Tær 50 bestu matstovurnar í heiminum vórðu tilnevndar á samkomu í London í gjár.
Millum hesar er Noma, sum heldur til á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Í fjør gjørdist Noma nummar 33 á listanum, og framgongdin upp á 18 pláss var eisini størsta framgongdin hja nakrari matstovu hetta árið.
Talan er um norðurlendskan køk, sum er á matstovuni, og stórur dentur verður lagdur á siðbundnu matgerðina í hesum.
Samlaði listin, har spanska El Bulli er á odda, kann síggjast á www.theworlds50best.com/2007_list.html