Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður skipað fyri badmintonkapping í Runavík hetta vikuskiftið. Tað er seinasta Grand Prix kappingin, sum er á skrá, og av tí at so nógv eru tilmeldaði – heili 206 spælarar – verður kappingin hesa ferð býtt millum Kambsdal og Runavík. Heili 360 dystir skulu spælast teir báðar dagarnar, kappingin varðar. Tað eru ÍF, Badmintonfelagið Nápur og BSF, sum skipa fyri.
Ein aldursbólkur, U13, skal spæla í Bylgjuni í Runavík leygardagin, meðan hinir, U11, U15, U17A, B og C og tey vaksnu, skulu spæla á Kambsdali leygar- og sunnudagin.
Øll sjey badmintonfeløgini í landinum vera umboðaði til hesa Grand Prix kappingina. Tey sjey feløgini eru HBF, MBF, KBF, VÍF, ÍF, Nápur og Sandoyar Badmintonfelag. Hetta er fyrstu ferð, at Sandoyar Badmintonfelag luttekur í eini kapping.