Nygaard góðar vónir

Tað hevur gingið serstakliga illa hjá Randers FC í donsku superliguni í ár, og herfyri varð venjarin skiftur út. Álopsspælarin Marc Nygaard, sum hevur ættarbond í Føroyum, hevur tó góðar vónir.
- Vit eru við at finna okkara gamla spæl framaftur, og tað er nakað, sum vit kunnu byggja víðari á, sigur Marc Nygaard við DR.
Randers liggur aftast í superliguni við 4 stigum eftir 13 dystir.