Nygaard søkti GÍ

B68 vann ein uppibornan sigur á Gí í Sarpigerði sunnudagin. B68-liðið vísti framfýsni og ágangandi spæl, meðan álopið hjá GÍ var sera tannleyst allan dystin. Fyri framman hjá B68 stendur ein grannauppgerð móti NSÍ

Hóast B68 skapti fleiri málmøguleikar gjøgnum dystin enn GÍ, so var tað ein verjuvilla av teimum stóru stutt fyri leiklok, ið endaliga søkti GÍ.
John Heri Dam sendir ein langan bólt úr vinstra borði og inn í brotsteigin. Henning Jarnskor hevur eina einfalda uppgávu, og tað er at beina bóltin burtur, men hann er áhaldsin og dettur í avgerandi løtuni. Tá er nýggi leikarin hjá B68, Anders Nygaard, sum ravnur á deyðseyða á bóltinum og sendir hann í netið úr stuttari fjarstøðu.
Henning Jarnskor verður óivað noyddur at taka hetta málið á sín kappa. GÍ megnaði ikki at reisa seg aftur eftir hetta, hóast heimaliðið sendi fleiri fólk fram á vøllin seinastu løtuna.

B68 betri byrjan
Byrjanin til dystin var merkt av, at leikararnir tóku tað róligt og fyrst royndu at fáa fótin fastan í dystinum. Tað vóru tó toftamenn, ið høvdu munin í fyrra hálvleiki og leikliga yvirvág. B68 var eisini meira ágangandi og ágrýtnari um allan vøllin. Soleiðis var tað B68, sum skapti nógv fleiri málmøguleikar fyri steðgin.
Fyrsta málið í dystinum fekk B68 eftir 19 minuttir. Eftir gott uppspæl niðaneftir vøllinum endar bólturin hjá Anders Nygaard í brotsteiginum, hann leggur stutt útfrá til Jann Inga Petersen, sum langar til, og bólturin brestur í meskarnar. Eitt sera vakurt mál júst eftir bókini.
Men gleðin var stokkut, tí hóast heimaliðið hevði verið púra vandaleyst higartil, svaraðu gøtumenn aftur beinanvegin.
Magni Jarnskor prikar ein bólt innum B68-verjuna, har Zdzislaw Janik gerst leysur. Hann er kaldur í avgerandi løtuni og sendir framvið polska málverjanum hjá B68 til 1-1. GÍ skapti ein málmøguleika, og hann varð nýttur til fulnar. Hetta kundi tó ikki sigast um B68.
Hóast hetta afturstigið helt B68 fram við framfýsna spælinum. Serliga Arnold Joensen var energiskur í álopsspælinum, men seinasti bólturin var ongantíð nóg neyvur.
Anders Nygaard var nær við at leggja B68 framumaftur móti endanum av fyrra hálvleiki. Tað var Arnold Joensen, sum breyt ígjøgnum í høgra borði. Hann sendir innfyri, har Anders Nygaard bara skuldi seta fótin á bóltin, men hann var júst ov stuttur, tá hann tveitti seg fram.
Eisini Øssur Hansen var sekur í at misnýta ein sera góðan møguleika. Eitt innlegg úr høgru fór framvið málinum, og Øssur kom at standa leysur á málteiginum. Hóast hann lá til vinstra beinið, rakti hann als ikki bóltin nóg væl.

Tannleyst álop
Til hetta kappingarárið hevur Gí fingið tveir nýggjar áleyparar, sum eru kendir fyri at vera sera vandamiklir í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum, og teir skulu vera við til at skjóta GÍ heilt upp í oddin í ár. Hesir eru Krzystof Popczynski og Súni Fríði Johannesen.
Hóast hetta er eitt álop, ið skuldi borga fyri góðsku og ikki minst nógvum málum, so høvdu hesir báðir harrarnir ikki eitt skot, sum endaði innanfyri málrammuna hjá Kokoszanek í B68 málinum.
Popczynski hevði vandamiklastu royndina, tá hann fekk eitt innlegg frá Magna Jarnskor, sum hann tó sendi stutt framvið málinum.
Eingin ivi er um, at hesir báðir áleypararnir fyrr hava víst framúr gott álopsspæl, men púrt einki var at síggja til hetta sunnudagin.
Orsøkirnar til hetta kunnu vera nógvar. Møguliga hevði verjan hjá B68 so gott tak á teimum báðum, kanska fingu teir ov lítlan stuðul frá miðvøllinum, ella høvdu teir báðir ein sera ringan dag.
Hinvegin er Anders Nygaard í álopinum hjá B68 ein nýggjur og spennandi leikari. Hann var sera ágrýtin og vann enntá fleiri luftbóltar móti Bartali Eliasen, og tað eru ikki nógvir leikarar í Føroyum, ið megna tað.
Hjá B68 vóru fleiri ljós at hóma enn hjá GÍ. Jann Ingi Petersen og Fróði Benjaminsen sluppu væl frá tí á miðvøllinum, og Hans Fróði Hansen var stinnur í verjuni.

Nygaard avgerð
Tá dysturin líður móti endanum høvdu flestu áskoðararnir brynjað seg til ein hálvan tíma við longdari leiktíð. Men B68 vildi tað øðrvísi.
John Heri Dam sendir ein langan bólt inn í brotsteigin, og tá Henning Jarnskor ikki megnar at beina burtur, beinir Anders Nygaard bóltin í netið ístaðin.
Hetta var einar tíggju minuttir fyri leiktíð. GÍ sendi eftir hetta fólk fram á vøllin og royndi at leggja trýst á B68-málið. GÍ sendi nógvar høgar bóltar inn í brotsteigin, men málverjin var vakin og fangaði teir flestu. Tað eydnaðist tó ongantíð at skapa nakran veruligan málmøguleika, og toftamenn fóru við sigrinum.
B68 skal nú møta NSÍ í aðrari hálvfinaluni, og tað verður ein áhugaverd grannauppgerð millum tveir argar fíggindar.

Dysturin í tølum:
GÍ ? B68 1-2 (1-1)
0-1: Jann Ingi Petersen
1-1: Zdzislaw Janik
1-2: Anders Nygaard

GÍ: Hallur Hansen ? Bartal Eliassen, Leivur Hansen, Henning Jarnskor, Hans Pauli Petersen ? Magni Jarnskor, Áslakkur R. Petersen (Poul Henning Jacobsen), Sámal Joensen, Zdzislaw Janik ? Súni Fríði Johannesen, Krzystof Popczynski
B68: Michal Kokoszanek ? Hans Fróði Hansen, Messias Perreira, Oleif Johannesen ? Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, John Heri Dam, Øssur Hansen, Marlon Jorge ? Anders Nygaard, Arnold Joensen