Hóast hon bert er 39 ára gomul, er hon ein royndur politikari, sum frá ársskiftinum tekur við borgarstjórasessinum á Ráðhúsinum í Keypmannahavn.
SF-limurin Sisse Marie Welling varð longu vald í býráðið í Keypmannahavn fyri 16 árum síðani sum 23 ára gomul.
Tá hevði hon longu verið politiskt virkin í níggju ár, síðan hon sum 14 ára gomul fór upp í SF í heimbýnum Aarhus.
Hon hevur verið limur síðani - sjálvt um hon stuðlaði tapandi Astrid Krag í samband við formansvalið hjá flokkinum í 2011.
Astrid Krag sjálv og fleiri av hennara stuðlum fóru síðani úr flokkinum, men Welling bleiv verandi.
– Eg havi altíð verið SF-limur, og eg hevði eisini verið SF-limur í nógv ár undan tí formansvalinum, so tað hevur altíð verið heilt natúrligt fyri meg at vera verandi í SF, hevur hon sagt við TV2 Lorry um ta avgerðina.
Tað hevur leingi verið greitt, at Sisse Marie Welling fór at vera fremsta valevni hjá sínum flokki í Keypmannahavn á býráðsvalinum í ár.
Men tað var ikki fyrr enn 2. oktober í samrøðu við Information, at hon luftaði sína ætlan um at stilla upp til borgarstjóra.
- Eg geri meg tøkan sum borgarstjóra. Og hetta geri eg fyri at geva fólkinum í Keypmannahavn eitt veruligt val um, hvønn tey vilja hava at leiða sín bý, segði hon við blaðið.
Sisse Marie Welling hevur seinastu átta árini verið borgarstjóri fyri heilsu og umsorgan og hevur millum annað havt ábyrgdina av røktarheimunum í Keypmannahavn.
Nýggi borgarstjórin er útlærdur søgufrøðingur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, har hon hevur verið í starvi sum fyrisitingarligt starvsfólk, og hon hevur eisini arbeitt á deildini fyri list- og mentanarfrøði á lærda háskúlanum.
Hon er gift manninum Bo og býr á Amager saman við teimum báðum børnunum hjá parinum.
/Ritzau/











