Mynd: Karstensens Skibsværft

Nýggi Knester skjótt klárur til makrelfiskiskap

Knester AS hevur tvey skip, Steinevik og nú nýggja, Knester. Reiðaríið varð stovnað í 1967 og verður rikið av tveimum familjum í Noregi

Mynd: Karstensens Skibsværft

Karstensens Skibsværft í Skagen letur nógv skip úr hondum millum ár og dag.

 

Seinasta hósdag fekk Knester AS, sum tvær familjur í Austevoll og Salthella í Noregi eiga og reka, ein nýbygning, sum Karstensens Skibsværft hevur bygt.

 

Fiskebat.no veit at siga, at skipið kom til Noregs hósdagin, og í dag er ætlanin at royna nótina, áðrenn farið verður á makrelveiði.

 

- Skipið er nakrar mánaðir seinkað, men tað mesta hevur kortini gingið eftir ætlan. Nú gleða vit okkum at koma í gongd við makrelfiskiskapinum.

 

Tað sigur Kai Eliassen, sum er dagligur leiðari í Knester AS.

 

Nýggi Knester er 75,20 metrar langur, og skrokkurin er smíðaður hjá Karstensens Shipyard Poland í Gdansk. Síðan er skipið gjørt liðugt í Skagen.

 

Sambært heimasíðuni er Knester eitt kombinerað trol-og nótaskip, og í trolveiðini verður svartkjaftur vestanfyri Írland ætlandi høvuðsfiskaslagið.

 

- Í nótaveiðini verða sild og makrelur høvuðsfiskasløgini, veit Fiskebat.no at siga.

 

Kai Eliassen vísir á, at trolreiðskapurin er royndur, og í dag er ætlanin at royna nótareiðskapin við teknikarum umborð.

 

- Síðan vóna vit at koma í gongd skjótt, sigur dagligi leiðari í Knester AS.

 

Fiskebat.no veit at siga, at Knester AS hevur tvey skip, Steinevik og nú nýggja, Knester.

 

- Reiðaríið varð stovnað í 1967 av Knut Stenevik og verður í dag rikið av familjunum, Stenevik og Eliassen, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 

 

 

Mynd: Karstensens Skibsværft

Soleiðis sær út í messuni umborð í nýggja, Knester. Mynd: Karstensens Skibsværft