Nýggj bilvaskihøll í Sørvagi

Hugskotið at gera eina bilvaskihøll er eini tvey ára gamalt, og avgerðin varð tikin fyri einum ári síðan.

Nú hava sørvingar og onnur, sum ikki tíma at vaska bilin, fingið høvið at fáa tað gjørt í bilvaskihøllini hjá K.J.O. á Hálsi í Sørvági. Her er ein nýggj bilvaskimaskina sett upp, sum læt upp hósdagin í farnu viku.

 

- Hugskotið at gera eina bilvaskihøll er eini tvey ára gamalt, og avgerðin varð tikin fyri einum ári síðan. Tað er nakað, sum bendir á, at tørvur hevur verið á hesum tilboði, tí hjá K.J.O. lata tey væl at undirtøkuni higartil.

 

Tað vita tey í Sørvágs kommunu at siga í dag.

 

Lagt verður aftrat, at støðin er sjálvvirkandi, og gjaldast kann við gjaldskorti, men um tú ikki hevur gjaldskort, ber til at keypa ein sokallaðan "vaskilykil", sum tað verður rópt.

 

- Vit ynskja K.J.O. tillukku við bilvaskihøllini og blíðan byr við virkseminum, siga tey í Sørvágs kommunu í dag.

 

##med2##

 

Hjá K.J.O. lata tey væl at undirtøkuni higartil.