Nýggj bók »Plantur til matna«

Í sambandi við at bókin »Plantur til matna« verður givin út verður útgávutiltak í Námi hósdagin 21. mars klokkan 17:00. Har øll eru vælkomin.

Tíðindaskriv

 

»Plantur til matna« er ætlað sum frálærutilfar til at menna eina føroyska grønmetisframleiðslu, bæði vinnuliga og til heimabrúk.

 

Tróndur G. Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni skrivar um bókina:

 

Útgávan Plantur til matna er úrslit av eini verkætlan, ið Búnaðarstovan, í samstarvi við NÁM og Siggu Rasmussen, høvund, tók stig til á vári í 2022.

 

Umsókn um fígging av verkætlanini varð send Umhvørvis- og vinnumálaráðnum í 2022, og valdi táverandi landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, Magnus Rasmussen, at játta verkætlanini fígging av kontuni fyri stuðul til menning á landbúnaðarøkinum.

 

##med2##

 

Tað er tí ein gleði hjá verkætlanarbólkinum at kvitta fyri álitið við at leggja hesa sBókina um grønmetisdyrking í Føroyum fram nú.

 

Búnaðarstovan staðfesti longu í 2017 ein grundleggjandi tørv á frálærutilfari innan evnið grønmetisdyrking her á landi, men ta ferðina bar ikki á mál við ætlanini. Drúgt er tað, ið drýpur, verður tikið til, og soleiðis er eisini í hesum føri.

 

Hóast frálærutilfar um grønmetisdyrking er at finna í okkara grannalondum, er tørvurin tó stórur á frálærutilfari á føroyskum, og sum somuleiðis hevur kjølfesti í okkara egnu vakstrarlíkindum, bæði viðvíkjandi jørðildi og veðri, eins og umstøðum annars.

 

Frá Búnaðarstovunnar síðu eru vit stak væl nøgd við, at Sigga Rasmussen, cand. hort., vildi taka uppgávuna á seg sum rithøvundur til hendan bóklingin.

 

Við sínum fakliga ástøði, sínum drúgvu royndum við gróðri í Føroyum, eins og hollu royndum frá undirvísing í plantufrøði m.a. á Fróðskaparsetrinum, fingust valla betri førleikar til at flyta hesa vitan inn í ein føroyskan samanhang.

 

Á tiltakinum luttaka, Siggu Rasmussen, høvundur, Tróndur G. Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni, Høgni Hoydal landsstýrismaður og Magnus Rasmussen, fyrrverandi landsstýrismaður. Harafturat spælir og syngur Benjamin Petersen nøkur løg.