Nýggj byggisamtykt til Tórshavnar havn

Tórshavnar kommuna lýsir nú við nýggjari serstakari byggisamtykt fyri víðkan av Skansabryggjuni og Eystara havnarøki í Havn.

Tórshavnar kommuna lýsir nú við nýggjari serstakari byggisamtykt fyri víðkan av Skansabryggjuni og Eystara havnarøki í Havn.

 

Talan er um ætlaðu útbyggingina av Tórshavnar havn.

 

Í lýsing í Sosialinum í dag lýsir Tórshavnar kommuna við, at Tórshavnar býráð á fundi 19. mars 2015 hevur samtykt uppskot um serstaka byggisamtykt fyri víðkan av Skansabryggjuni og Eystara havnaøki.

 

Uppskotið til serstaka byggisamtykt ásetir skipan av økinum og treytir fyri bygging.

 

Serstaka byggisamtyktin fevnir um matr. nr. 651l, 600c, 600d, 600e og part av 600a, Tórshavn, sum eru matriklarnir sum fevna um havnarlagið og økini, har bygningarnir á havnarlagnum standa. Ikki um matrikulin hjá sjálvum Skansanum. Økið fram við sjóvarmálanum gongur niðan til bygnignin hjá Advokatfelagnum norðan fyri Eik Banka. Umframt er talan um matrikulin beint sunnan fyri Kommandørhúsini við Eystfalssker, har ætlanin er, at nýggja innkoyringini til havnarøkið skal vera.

 

Tilfar, sum lýsir uppskotið til serstøku byggisamtyktina, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum og heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, torshavn.fo frá 20. apríl til og við 11. mai.

 

– Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 1. juni 2015, sigur Tórshavnar kommuna í lýsingini.