Nýggj ítróttarhøll í Havn fyri 100 milliónir

Býráðslimir í Havn eru púra í villareiði um, hvat er best at gera fyri ítróttin í Havn


Skal Tórshavnar Býráð byggja eina risa multihøll í Vesturbýnum í Havn fyri einar 100 milliónir krónur?

 

Ella skal býráðið byggja smærri venjingarhallir? Ella skal ein hálv multihøll byggjast í Vesturbýnum og aðrar hallir byggjast út?

 

Og hvat við eini høll á Argjum.

 

Ella skal høllin á Hálsi takast niður, og ein risa multihøll byggjast ístaðin.

 

Ella skal Svimjihøll byggjast ístaðin fyri eina risa multihøll?

 

Á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið viðgjørdu býráðslimir, hvussu tey kunnu bøta um umstøðurnar hjá ítróttinum í Havn.

 

Men tað varð skjótt greitt, at býráðslimir eru púra í villareiði og spurningarnir vóru vóru minst líka nógvir, sum tað eru býráðslimir.

 

Tað, sum lá í kortinum til fundin var at gera eina heildarætlan fyri eina stóra høll við Landavegin og ítróttarhøll á Argjum og í Gundadali.

 

Høllin við landavegin skal vera ein stór multihøll, sum lýkur krøv til altjóða dystir, men sum í eini handavending kann umskipast til onnur endamál, eitt nú flyta áskoðarapláss, veggir og annað.

 

Í sambandi við hesa ætlanina hava Bragdið, Hvirlan og sersambandið fyri frælsan ítrótt í Føroyum víst á, hvussu stórur tørvur er á at geva at geva frælsum ítrótti betri innandura umstøður í eini multihøll, tí tørvurin á støðugari venjing um veturin uttan mun til illveður og hálku er alneyðugur.

 

Í hesum sambandi nevndiu býráðslimir at gera rennibreyt inni í høllini eisini.

 

Men tað kom skjótt til sjóndar, at býráðslimir eru alt annað enn sannførdir um, hvat er tað rætta at gera.

 

Á býráðsfundinum varð staðfest, at ein stór multihøll kostar einar 100 milliónir krónur.

 

Og so verður ikki nógv eftir til aðrar útbyggingar, tí býráðið hevur eisini aðrar stórar ætlanir.

 

Hinvegin ávaraðu aðrir býráðslimir staðiliga ímóti at gera eina multihøll, tí tað fór at forkoma høllini at leggja alt møguligt virksemi í hana.

 

Býráðslimir mæla heldur til at útgreina, hvat høllin ítøkiliga skal brúkast til og so byggja hana eftir tí.    

 

Onkrir býráðslimir tosa heldur um at byggja venjingarhøll á Argjum og at byggja høllina út í Gundadali.

 

Men so vóru tað aðrir, sum hildu, at ein loysn var at byggja helvtina av eini multihøll, men at byggja aðrar hallir út afturat.

 

Men so vóru tað upp aftur aðrir býráðslimir, sum vildu hava, at ein nýggj svimjihøll verður bygd framum onkrar av ætlaðu ítróttarhallunum.

 

Í íløguætlanini fyri 2014 eru níggju milliónir settar av til tvíhøll við Landavegin.

 

Og á býráðsfundinum í gjárkvøldið varð samtykt mentamálanevndin nú skal viðgera málið og gera eina heildarætlan fyri alt øki. 

 

Helena Dam á Neystabø, sum situr næst ytst høgrumegin, er forkvinna í mentanarnevndini. Ytsti høgrumegin, situr Sigrún Mohr og ytst vinstrumegin er tað Elin Lindenskov og næstytst, Bjørghild Djurhuus.