Nýggj leiting eftir Madeleine McCann í Portugal

Sambært Sky News váttar Bretska Metropolitan Police, at tey vita um, at týska løgreglan nú aftur leitar eftir Madeleine McCann

Týska løgreglan hevur sett í verk nýggjar kanningar í málinum um Madeleine McCann, sum trý ára gomul í 2007 hvarv á einum hotelli í býnum Praia da Luz í Portugal. 

 

Tað eru nú 18 ár síðan, og framvegis er hendingin eitt loyndarmál, tí gentan er ongantíð komin afturíaftur.

 

Meðan foreldur hennara sótu og ótu á einari matstovu nærindis, at hvarv smágentan sporleyst.

 

Altjóða fjølmiðlar hava óteljandi ferðir skrivað um gentuna, men enn er eingin ákærdur í málinum.

 

Ein týskari, sum vit kunnu lesa um í greinini, sum liggur í leinkjuni her niðanfyri, er undir sterkum illgruna í málinum, men hann sigur seg einki hava havt við gentuna at gera.

 

Sambært Sky News váttar Bretska Metropolitan Police, at tey vita um, at týska løgreglan nú aftur leitar eftir Madeleine McCann.

 

##med2##

 

Týskarin, sum er undir illgruna, ferðaðist runt í Portugal í einum kampingbili í tíðarskeiðnum, tá gentan hvarv. Hann er ongantíð vorðin ákærdur.

 

Verdens Gang veit í dag at siga, at bretska løgreglan ikki sjálv er við í nýggju leitingini, men løgreglan leggur dent á, at tey altíð eru til reiðar at stuðla - um neyðugt.

 

Les eisini:

 

Dokumentarur við nýggjum upplýsingumhttps://www.in.fo/news-detail/dokumentarur-vid-nyggjum-upplysingum-um-madeleine

 

 

 

 

 

 

 

Hetta er kampingbilurin, sum týskarin, ið er undir illgruna, koyrdi í, meðan hann ferðaðist í Portugal