Nýggj roynd við havrannsóknarskipi

- Er eri í løtuni í ferð við at kanna, um samgongan tekur undir at byggja nýtt havrannsóknarskip, sigur Vestergaard.

- Er eri í løtuni í ferð við at kanna, um samgongan tekur undir at byggja nýtt havrannsóknarskip, sigur Vestergaard.

 

Tað var ikki semja í samgonguni at byggja eitt havrannsóknarskip á privatum grundarlagi, eins og landsstýrismaðuri í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, skjeyt upp.

 

- Ætlanin er so at leggja sama uppskot fyri samgonguna einaferð aftrat at vita, um ikki semja kann fáast um málið, sigur Jacob Vestergaard.

 

Tað stendur í hvussu er greitt, at einki oyra er sett av á fíggjarlógini fyri 2015 til eitt nýtt havrannsóknarskip.

 

- Eg arbeiði í løtuni við málinum, og eg rokni ikki við, at tað gongur so long tíð, áðrenn eitt uppskot kann leggjast fyri samgonguna at taka støðu til, sigur Jacob Vestergaard.