Nýggj skelti við staðarnøvnum sett upp í Klaksvík

- Ætlanin er at halda fram við arbeiðnum og at seta fleiri staðanavnaskeltir upp í allari kommununi, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag

Klaksvíkar kommuna hevur seinastu tíðina sett nýggj skelti upp.

 

- Skeltini eru sett upp eftir tilmæli frá gøtunavnanevndini, og vísa tey á gomul staðarnøvn í Klaksvík.

 

Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Ætlanin er at halda fram við arbeiðnum og at seta fleiri staðanavnaskeltir upp í allari kommununi.

 

- Ein av orsøkunum til, at farið varð undir hetta arbeiðið, var, at gøtunavnanevndin metti tað vera ein vanda fyri, at staðarnøvn við tíðini kunnu verða gloymd ella brúkt skeivt.

 

Tí varð farið undir at skelta staðarnøvn, hóast siðvenja ikki hevur verið fyri hesum áður.

 

Tey skelti, sum eru sett upp, eru hesi:

 

• Klaksvíkstrøð

• Býarlundin

• á Bakkanum

• Grønhøvdi

• Kirkjugarðurin úti í Grøv

• Gamli Kirkjugarður

• við Smyrilsrætt

 

- Í næstum verða skelti sett upp á hesum støðum, Fagravík, Kirkjugarðurin á Ziskatrøð og við Strandasand, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.