Nýggj stórhavn liðug í Runavík um tvey ár

Vit royna at skapa karmar, sum eru so lokkandi hjá vinnulívi sum gjørligt


Um trý ár stendur ein nýggj stór havn liðug í Runavík.

Tað sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík.

Tórshavnar Býráð ætlar undir eina havnarbygging frammanfyri Skansan, men tann útbggingin er vorðin eitt stríðsmál.

 

Summi halda, at tað er púra ørt at byggja eina bingjuhavn frammanfyri Skansan Ein av teimum sum heldur, at Tórshavnar Býráð skal sleppa ætlanini er Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 

Hann heldur, at Tórshavnar Kommuna og Runavíkar Kommuna eiga at semjast um eina felags stórhavn á Skálafirði.

Og nettupp á Skálafirði eru ítøkiligar ætlanir um at gera eina stórhavn.

Magnus Rasmusen hevur ongar viðmerkingar til útbyggingina í Havn.

 

Men hann staðfestir, at í Runavík eru ætlanir um at byggja út, soleiðis at ein nýggj Havn verður liðug um góð tvey ár, ella í 2017.

Tá hava Runavíkingar 320 metrar av bryggjukanti og eina djúphavn sum er 12 metrar djúp.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr borgarstjóran í Runavík greiða frá.