Við horntónleiki frá Eiðis Ljómfelag og røðu frá Jógvani Kruse borgarstjóra, varð nýggja brúgvin um Stórá tikin í nýtslu í dag.
Talan er um eina 22 metur langa og 6,5 metur breiða brúgv, ið er staðstoypt á sama staði, har tvær aðar brúgvar hava staðið seinastu øldina. Fysta brúgvin varð bygd í 1920'unum og miðskeiðis í 1950'unum varð onnur brúgv bygd á staðnum. Nú eini 70 ár seinni, er nýggj brúgv bygd um Stórá.
Sunda kommuna fegnast um, at nýggj brúgv er komin, ið aftur knýtir bygdirnar Hvalvík og Streymnes saman. Hædd er tikin fyri ferðslutrygd, ábærari ferðslu, og brúgvin er eisini bygd til tunga ferðslu.
Fyrsti bilførari um brúnna var Hákun Zachariasen, ið hevði Petur Zachariasen undir liðini á sær. Síðan gingu øll uppmøttu um brúnna leidd av skótaliðnum Borgini í Hvalvík.
Boðið varð inn í Hvalvíkar skúla til kaffi og brúgvakaku.
##med2##
##med3##