Nýggja grindalógin: Vit hava gjørt ein ein feil

- Vit hava gjørt eina grótharða lóg, men vit eiga at tora at viðurkenna, at vit hava gjørt ein feil

- Vit eiga at tora at viðganga, at vit hava gjørt eitt mistak!

Tað staðfestir Janus Rein, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Og tað, hann sipar til, er nýggja grindalógin, sum varð samtykt í mai mánaði, beint áðrenn Løgtingið fór í summarfrí.

 

Har stendur, at øll, sum síggja eina grind, hava skyldu at boða frá. Tann, sum ikki boðar frá, kann revsast, og samstundis hevur Løgtingið samtykt, at bótin fyri at bróta grindalógina, skal verða í minsta lagi 25.000 krónur. Í heilt serligum føri, tá ið skaði hendur, ella tá ið talan er um afturvendandi brot, kann talan eisini vera um fongsulsrevsing, sum kann vera heilt upp í tvey ár.

 

Hetta hava bæði umghvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd, og útlendskir miðlar, rættiliga gjørt sær dælt av, og tey hava áhaldandi roynt ræða ferðafólk frá at koma til Føroya.

 

Samstundis hevur ferðavinnan ført fram, at hetta skaðar ferðavinnuna, og tey hava mælt til at broyta hendan partin í grindalógini aftur.

 

Tað er ikki ov nógv sagt, at Janus Rein var rættiliga virkin í arbeiðnum at gera grindalógina. Og hann harmast um, at fráboðanarskyldan í nýggju grindalógin er til skaða fyri ferðavinnuna.

 

Hann staðfestir, at fráboðanarskyldan hevur altíð verið, men tað hevur aldrin verið reist nakað mál um hetta lógarbrotið. Men tað nýggja er, at nú er ein ávís revsing ásett. Og hann viðgongur, at tað í hesum føri hevur Løgtingið gjørt eitt mistak, tí hann ásannar, at ferðavinnan veit uttan iva mest sjálv, hvussu landið liggur.

 

Hann heldur kortini ikki, at Løgtingið eigur mistakið einsamalt, tí lógin var til ummælist alla møguliga staðni, og ongin gretti eitt orð um, at fráboðanarskyldan var ein trupulleiki – heldur ikki summi av teimum, sum nú finnast at henni. Tó skal leggjast afturat, at sjálv ferðavinnan fekk ikki høvi at gera viðmerkingar til lógina, áðrenn hon varð samtykt í eini handavending.

 

Men tað er Løgtingið, sum samtykkir lógina, og Janus Rein heldur, at Løgtingið eigur at viðurkenna at talan er um eitt mistak.

 

- Og ístaðin fyri, at øll nú ganga ov vaska sær um hendurnar, eiga vit heldur at samstarva um at rætta feilin, tað er ikki verri enn so, sigur hann.

 

Tí er hann nú eisini farin upp í kórið við teimum, sum halda, at Løgtingið skal broyta orðingarnar í grindalógini.

 

- Hetta er eitt fullkomiliga nýtt øki, og tá hendir ofta, at mistøk verða gjørd, men so eiga vit eisini at vera so mikið at okkum komin, at vit rætta mistakið.

 

- Annars hevur grindalógin hevur virkað serstakliga væl. Men fráboðanarskyldan er eitt vápn, Sea Shepherd hevur brúkt ímóti okkum, og tað vápnið eiga vit at taka frá teimum aftur, sigur Janus Rein.

 

Hann hevur umhugsað nakrar møguleikar og ein máti at loysa trupulleikan, er at avtaka fráboðanarskylduna, og ístaðin seta í grindalógina, at ongin hevur loyvi at fara í holt við at reka eina grind, uttan at boða myndugleikunum frá, og uttan at fáa loyvi frá teimum.

 

Tað hevur eisini verið frammi, at grindalógin kanska er brot á mannarættindasáttmálan, tí ongin kann tvingast at boða frá eini grind, stríðir tað ímóti samvitskuni hjá viðkomandi, at grind verður dripin.

 

Tað tekur Janus Rein ikki so tungt.

 

- Tað er eitt ótal av lógum, ið kanska eru í stríð ímóti mannarættindasáttmálan og grundlógina. Sum lóggevarar kunnu vit ikki bakka, hvørja ferð, onkur heldur, at ein lóg er í stríð við mannarættindasáttmálan. Tað er bara at royna málið við mannarættindadómstólin, so fáa vit eina avgerð, sigur Janus Rein.

 

- Vit hava gjørt eina ógvuliga stranga, og grótharða lóg. Men vit ætla ikki at bróta mannarættindini, tí øll eru vælkomin higar, øll eru vælkomin at hyggja og taka myndir Men tey skulu ikki gera seg inn á lógligt virksemi hjá okkum. Tað er at bróta okkara rættindi, og nú er stundin komin til at seta teimum stólin fyri hurðina, heldur tingmaðurin fyri Fólkaflokkin.

 

Áður hava eisini onnur løgtingsfólk boðað frá, at grindalógin eigur at verða tikin upp til nýggja viðgerð í løgtinginu, har hon eigur at verða broytt, so at hon ikki skaðar  ferðavinnuna.