Føroyar hava fingið nýggja stjórn. Fyrrapartin fríggjadagin hvði nývalda løgtingið sín fyrsta fund og á tí fundinum varð nýggjur løgmaður valdur.
Ikki óvæntað eitur hann Anfinn Kalsberg og tá hann tók orðið stutt eftir útnevndi hann teir sjey landdstýrismenninar, sum tey næstu fýra árini skulu stýra í Føroyum.
Tað er ikki skeivt at siga, at okkurt av nøvnunum kom óvæntað.
Serliga var óvæntað at nýggi fíggjarmálaráðharrin skuldi eita Karsten Hansen úr Klaksvík og kanska líka óvæntað var tað, at Finnbogi Arge, sum fyri bert tveimum mánaðum síðan skifti úr Sambandsflokkinum til Fólkaflokkin, longu nú gjørdist landsstýrismaður í vinnumálum fyri nýggja flokk sín.
Nýggi oljumálaráðharrin, Eyðun Elttør úr Sjálvstýrisflokkinum, er eisini eitt óskrivað blað, landspolitiskt, men tað skal ikki taka nakað frá nøkrum teirra fyri tann skuld.
Klokkan tvey seinnapartin var móttøka í Tinganesi, í samband við vaktarskiftið í Nesinum.
Nýggja landsstýrið sær annars soleiðis út:
Fyri Fólkaflokkin:
Anfinn Kalsberg, løgmaður
John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Finnbogi Arge, landsstýrismaður í vinnu- og samferðslumálum
Fyri Tjóðveldisflokkin:
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum og lógarmálum
Signar á Brúnni, landsstýrismaður í menta- og undirvísingarmálum
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjar-, búskapar- og skattamálum, herundir eisini oljuskattamálum.
Fyri Sjálvstýrisflokkin:
Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum
Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum
Sosialurin ynskir nýtilnevnda landsstýrinum góðan byr framyvir.