Nýggjárið spældi væl av

- Seinasta samdøgrið hevur gingið væl, og í morgun hava ongar fráboðanir verið um trupulleikar á vegunum, sigur løgreglan.

 

Higartil í vetur hava verið nógvir dagar við hálku, og seinasta samdøgrið hevur hitin - ella kuldin - eisini ligið rundan um frostmarkið.

 

Á løgreglustøðini í Havn verður sagt, at ferðslan seinasta samdøgrið hevur gingið væl, og í morgun hava ongar fráboðanir verið um trupulleikar á vegunum.

 

- Tað vísir seg, at tað serliga eru teir fyrstu hálkudagarnir, sum kunnu vera ein trupulleiki hjá bilførarum. Síðan venja fólk seg við hálkuna og ansa betur eftir.

 

Á løgreglustøðini verður sagt, at onkrar fráboðanir komu eftir nýggjárshaldini um fýrverksskaðar, harav onkrar fráboðanir snúðu seg um, at fólk høvdu brent seg. 

 

Tá spurt verður, um talan hevur verið um nakran størri skaða, heldur løgreglan ikki, at nakar hevur fingið varandi mein.

 

- Í einum tveimum førum hevur talan verið um forbrenningsskaðar, verður lagt aftrat á løgreglustøðini í Havn í morgun.