Nýggjársbygdin framum tær flestu er Vágur, og í ár hevði stórfingna haldið 50 ár á baki
Nýggjárshaldið í Vági í ár eydnaðist væl. Sera nógv fólk hevði leitað sær til Vágs, og kyndlagonga, bál og stórfingið fýrverk setti aftur hesaferð stóra striku undir, at Vágur óivað framvegis er nýggjársbygdin framum tær flestu, hóast flestu býir og bygdir í Føroyum nú eru væl við, og skipa fyri nýggjárshaldi..
Haldið hesaferð var nummar 50 í røðini, og nýggjársnevndin í Vági sigur m.a. soleiðis á síni heimasíðu, www.nyggjar.com, um tað søguliga við nýggjárshaldinum í Vági:
Fyrsta árið, at nýggjárshaldið í Vági varð skipað sum tiltak við faklagongu,
var nýggjársaftan í 1963/64. Hetta árið fóru unglingar í Vági við faklum og
tunnum av olju niðan í Hvannadal omanfyri bygdina, har eldur varð settur í
tunnurnar og síðani gingu teir oman við faklunum, oman á Garðarnar og á
Garðabrúgv, har teir vórðu tveittir.
Árið eftir varð aftur skipað faklagonga. Hesaferð varð farið vestur í
Nýggjutrøð, nærhendis har Gjógvarábrunnurin er í dag. Gingið varð við faklum
út í bygdina, oman framvið prestagarðinum, og síðani vestur á Sandin, har
stórt bál var.
Nýggjárið 1965/66 byrjaði faklagongan úti í býnum, við handilin hjá Ellu
Dahl, hagani gingið varð við faklum vestur á Sandin. Síðan hetta árið er
faklagongan á hvørjum ári byrjað úti í býnum og endað vesturi á Sandinum,
vesturi við sokallaða “Tríkantin”. Í 1969 keypti Nýggjársnevndin Tríkantin
og hevur hetta verið miðdepilin í nýggjárshaldinum í Vági síðani.
Umframt faklagongu og bál, so varð í 1967 fyrsta nýggjársveitslan hildin í
Vági, og helt hon fram í knøpp 40 ár. Í 1970´unum varð farið undir skipaða
fýrverkarí-skjóting. Og ár undan ári síðan miðskeiðis í 1960´unum er
nýggjárshaldið í Vági ment til størsta nýggjárshald í landinum
Í dag fevnir nýggjárshaldið um tiltøk, sum byrja um morgunin 31. desember;
har hæddarpunktið í haldinum er kyndlagonga, bál og fýrverk um
midnáttarleitið, og har náttin endar við stórum nýggjársdansi á Eiðinum.