Nýggju húsini til familjuna 

Tvey av seks húsum, sum byggifyritøkan KBH byggir við Høganesveg á Toftum, verða liðug í juni/ juli í ár.

 

- Tað eru terassa og carport, sum binda húsini saman. Annars eru tey meira at rokna sum støk hús, og 4,5 metrar eru millum húsini, sigur Helgi Johannesen, stjóri í byggifyritøkuni KBH.

- Vit hava bygt 34 íbúðir seinastu árini, men nú royna vit meira at raka tørvin hjá størru familjunum – og hjá onkrum eldri, sum ynskja okkurt nýtt og lættari. Hetta er eitt alternativ til at byggja síni egnu hús, og her fáa fólk eini lyklaklár hús, har alt eisini er liðugt uttan.

Tað sigur Helgi Johannessen, stjóri í KBH.

- Húsini eru í tveimum hæddum á 75 fermetrar hvør hæddin, umframt 11 fermetrar, sum er goymslu-og tøknirúm – ella 161 fermetrar tilsamans. 

Øll húsini hava eitt fantastiskt tún aftanfyri á stívliga 100 fermetrar. Haraftrat er carport og terassa á 45 fermetrar.

- Tað eru terassa og carport, sum binda húsini saman. Annars eru tey meira at rokna sum støk hús, og 4,5 metrar eru millum húsini.

Tað eru tvey sløg av húsum og trý av hvørjum. Onnur typan hevur fýra kømur og hin trý. Húsini, sum hava trý kømur, hava ístaðin grovkøk, og øll seks húsini hava tvey baðirúm.

Stjórin í KBH sigur, at øll húsini verða innilokað, áðrenn veturin kemur, og hann væntar, at í minsta lagi tvey hús aftrat verða liðug seinni í ár. 

- Øll verkætlanin nærkast endanum, tá árið er liðið, sigur hann.

Húsini verða bygd í náttúruvøkrum umhvørvi, og útsýnið verður fantastiskt. Her verða eisini onnur sethús bygd á niðaru síðu á vegnum, so hetta verður eitt nýbygt umhvørvi við fleiri familjum.

Tað eru nógv, sum spyrja um húsini hjá KBH, og áhugin er stórur.

- Vit fara at kunna um gongdina á okkara heimasíðu – www.kbh.fo, og tað verða www.ogn.fo, sum fara at selja fyri okkum, sigur Helgi Johannessen.

 

 

- Tað eru terassa og carport, sum binda húsini saman. Annars eru tey meira at rokna sum støk hús, og 4,5 metrar eru millum húsini, sigur Helgi Johannesen, stjóri í byggifyritøkuni KBH.