Nýggjur forskúli skal hava navn

- Vit ynskja, at nýggi stovnurin fær eitt hóskandi og lætt navn, siga tey í Tvøroyrar kommunu.

 

- Vit ynskja at skipa fyri einari navnakapping til nýggja forskúlan, sum byrjar í august í ár. Forskúlin verður partur av skúlanum og barnagarðinum í Trongisvági.

 

Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.

 

Kommunan ynskir, at nýggi stovnurin fær eitt hóskandi og lætt navn, sum eitt nú lýsir virksemið hjá einum forskúla, børnum, innlæring, spøl og ella kringøkið.

 

Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at møgulig uppskot skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi á middegi fríggjadagin hin 24. februar.

 

- Uppskot skulu sendast til [email protected] og merkjast “Navnakapping”. 

 

Lagt verður aftrat, at vinnarauppskotið verður kunngjørt á heimasíðuni hjá kommununi og verður heiðrað við 1000 krónum.

 

Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til at velja ímillum øll innkomin uppskot - og vraka øll, um kommunan ynskir tað.

 

- Vit gleða okkum at síggja tykkara uppskot, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.