Stór frøi nú sáttmálin er undirskrivaður

Í dag hava Kjartan Hansen, stjóri í byggifelagnum Kanjon í Klaksvík, og Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri á Húsarhaldsskúla Føroya, skrivað undir arbeiðstakarsáttmála um bygging av nýggjum Húsarhaldsskúla í Klaksvík.

 

Frøin var stór á Húsarhaldsskúlanum í dag, nú sáttmálin bleiv undirskrivaður. 

Í nógv ár hava bíðirøðirnar verið langar at sleppa inn á skúlan. Nýggi skúlin fer at stytta um bíðirøðirnar, tí her er pláss fyri nógv fleiri  næmingum enn á verandi skúla. 

Og ongantíð áður hevur tørvurin, at seta fokus á mat, verið størri, enn hann er júst nú. Vit hoyra um matoyðsl, burðardyggan mat, stuttflutt, matmentan, hækkandi matvøruprísir, ovurfita, o.l. Á Húsarhaldsskúlanum lofta vit øllum hesum spurningunum og læra næmingarnar alt um mat. At gagnnýta mat, at gera mat og at vera tilvitað um, hvat matur ger við okkum. 

Handarbeiðslæran er eisini sera fjølbroytt og sýnir skúlin størstu virðing fyri føroyskum handarbeiði. Tilvitskan um at kunna skapa sítt egnað og at gera tað “unikka”, er sunn og mennandi fyri einstaka næmingin.

 

##med2##

Vit fáa nú bestu karmar at hugsa grønt, burðardygt, kreativt og heilsugott.

– Vit síggja fram til at geva okkara íkast til eitt livandi og mennandi miðbýarumhvørvi í Klaksvík við næmingum úr øllum Føroyum, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri á Húsarhaldsskúla Føroya.

 

##med3##

FAKTA

Luttakandi partar: 

Klaksvíkar kommuna 

Uttanríkis- og Mentamálaráðið 

Almannamálaráðið 

Bústaðir

FuglArk 

Húsarhaldsskúli Føroya

 

##med4##

 

##med5##