Føroysku flogbóltslandsliðini fáa nýggjan venjara.
Flogbóltssambandið hevur sett Klæmint Isaksen í starv sum landsliðsvenjari, og hann skal starvast saman við Nicalsi Joensen, sum heldur fram í sama starvi.
Afturat Niclas hevur danin Kim Rafn seinastu trý árini virka sum landsliðsvenjari, men hann er nú úti av myndini.
Klæmint Isaksen, sum er úr Klaksvík, hevur verið búsitandi í Danmark í nógv ár, men hann er nú komin heimaftur, og hann er í løtuni spælandi venjari hjá Mjølni, umframt at hann venur kvinnuliðið hjá felagnum.
Klæmint Isaksen seinnu áirni spælt elituflogbólt í danska felagnum Skt. Jørgen, umframt at hann hevur verið hjálparvenjari hjá danska meistaraliðnum í kvinnudeildini, Holte.
Byrjað undan jólum
Niclas Joensen er ikki venjari hjá nøkrum liði í løtuni, ,men í fjør vandi hann kvinnuliðið hjá Fleyr, sum vann meistaraheitið. Harafturat hevur hann verið hjálparvenjari hjá føroysku landsliðunum, sum luttóku á Oyggjaleikunum á Gibraltar og Jersey. Eisini hevur hann áður verið høvuðsvenjari hjá mansunglingalandsliðnum og kvinnu- og manslandsliðnum, sum fyrr hava luttikið á Oyggjaleikum og í europeiskum Smálandakappingum.
Farið verður undir venjingina hjá landsliðunum undan jólum, og í fyrsta umfari verða teir spælarar, sum vóru við á Jersey, boðsendir, men í januar mánaði verða boð send eftir øðrum spælarum eisini.