Nú hevur Framsókn fingið ein nýggjan tinglim - í eina tíð. Tað er Árni M. Dam á Norðskála, sum nú hevur tikið sætið á tingi og tað ger hann fyri Karlot Heirgeirsson, sum er farin í farloyvi úr Løgtinginum í eina tíð.
Í Framsókn er støðan tann, at Ruth Vang, Bjarni Kárason Petersen og Sólvit E. Nolsø, vórðu vald á ting. Men tey Ruth og Bjarni eru farin í Landsstýrið, og sostatt eru Karlot Heirgeirsson og Hanna Jensen komin á ting.
Næstu á listanum er so Árni M. Dam, sum fekk 111 atkvøður, og í morgun hevur hann sostatt tikið sætið á tingi.
Árni M. Dam er er skiparalærdur og seinni tók hann eisini Hægri Handilskúla á Kambsdali. Árni hevur siglt sum stýrimaður og skipari og hann hevur havt egið reiðari í fleiri ár, verið virkiseigari og havt handil eini 10 ár.
Harumframt hevur Árni eisini verið nevndarlimur í Faroe Seafood, Kollafjørð Pelagic, Framtaksgrunninum, Føroya Tele Net, Vestnordengrunninum.
Hansara størsti áhugi hevur altíð verið og er – føroysk fiskivinna og samfelagsviðurskifti.