Nýggjur sangur hjá Hósvíkar Róðrarfelag

Í sambandi við at Hósvíkar Róðrarfelag fyllir 50 ár í ár, hevur verið tikið stig til at skriva nýggjan kappróðrarsang.

 

Fyri stuttum kom fyrsta útkastið og hava vit bíðað í spenningi at sleppa at avdúka sangin hendan flaggdagin, frættist úr Hósvík.

 

Orðini eigur Signar í Homrum, lagið hevur Jens Marni Hansen smíðað og spælt inn hjá Mikkjali Hvannastein í Studio Mike, við hjálp frá Kim Hansen á klaverinum. Harafturat syngur Jens Marni eisini kór saman við Vivian Spange Larsen, og Annette Spange Davidsen syngur lead!.

 

Hor sangin her: 

 

Havbláir Bátar (youtube.com)