Jógvan í Lon Jacobsen verður tilnevndur professari í føroyskum máli á Fróðskaparsetri Føroya tann 1. februar.
Jógvan í Lon Jacobsen hevur starvast á Fróðskaparsetrinum síðani 1988 sum avloysari og orðabókaritstjóri og frá 1998 sum vísindastarvsfólk á Føroyamálsdeildini, fyrst sum adjunktur og síðani sum lektari. Ein metingarnevnd hevur lisið og mett avrik Jógvans. Niðurstøðan hjá nevndini er, at hann er væl skikkaður at verða fluttur fram í professarastarv. Nevndarlimirnir vóru Caroline Heycock, professari á universitetinum í Endinburgh, Veturliði Óskarsson, professari á universitetinum í Uppsala og Olle Josephson, professari á universitetinum í Stockholm, sum var formaður.
Jógvan hevur skjalprógvað umfatandi undirvísingarroyndir og fólksligt vísindaligt virksemi, har hann fyri eini breiðari fjøld í talu eins og í skrift hevur viðgjørt føroyska mállæru, málsøgu og samfelagsmálvísindi. Umfatandi vitan, stórt útsýni, klókar metingar og góðar gávur at nýta málfrøðiligan kunnleika um viðurskifti, sum hava týdning fyri nógv fólk, eyðkenna málvísindaligu avrik Jógvans. Samanumtikið er niðurstøðan hjá metingarnevndini og Fróðskaparsetrinum, at hann er væl skikkaður at verða professari og kann nýta hetta heitið frá 1. februar 2016.