Christoffer Nyholm Debess var sonur Andreas Helenius Andreasen, føddur 17/9-1857 í Havn, og Elsu Birgittu Debess, fødd í Havn 9/9-1853. Hon var av Hambersheimsættini. Abbin í faðirættini var Andreas, skraddarin í Dali, og omman var Anna Elisabeth, dóttir Dímunar Jóannes. Kend systkinabørn hjá Nyholm vóru Jens og Poli í Dali.
Andreas og Elsa fóru seinni frá hvørjum øðrum. Sagt verður, at hetta er fyrsti formelli hjúnarskilnaður í Føroyum. Elsa fekk sær tá Debess eftirnavnið aftur. Christoffur kom at kalla seg seg Nyholm Debes, og tað er undir hesum navni, at hann er kendur.
Elsa virkin í Losjuni
Elsa stendur fyri at hava verið »vaskeriejerinde.« Annars var hon mest kend frá losjuarbeiði. Hon var ein av teimum ellivu, sum í 1902 stovnaðu losjuna Støt Viljen í Havn.
Hon var á odda at stovna barnalosju í 1906, og hon var eisini drívandi megin í hesi losju. Hon var eisini ein av drívkreftunum fyri at vinna rúsdrekkafólkaatkvøðuna í 1908.
Í Havn vóru fleiri losjur, sum ikki altíð drógu eina línu. Hvussu láturlig ein slík ósemja kundi vera, sást tá ið Elsa Debess varð ákærd fyri at hava nýtt okkurt rúsandi, kanska sherry, í eini køku!
Seinni var Elsa við til at stovna fráhaldssjúkrakassa. Hetta sigur alt, at hon hevur verið ein hugsjónarkvinna.
Nyholm giftist við Helgu Restorff
Helga var mostir William Heinesen, og hann skrivar um hana:
»Min Tante Helga var, kunde man sige, den mest spirituelle af Søskendene. Hun havde en vis farlig Iagttagelsesevne, og hendes Humor kunde være ret bidende.
Helga, der havde opholdt sig en del i København og tilegnet sig et bymæssigt-utvunget Væsen, bragte altid et vist Vejr med sig, hvor hun kom paa besøg. Hun saa meget liberalt bohemeagtigt paa Tingene og var altid fuld af spids Ironi.
De sidste 2-3 aar af hendes Liv formørkedes paa en tragisk Maade af en snigende Rygmarvssygdom, der naturligvis ogsaa bragte hendes Sind ud af Balance. Det var en Ynk at se dette levende Menneske gaa til grunde. Det var som at overvære et Skibsforlis i fuldt Dagslys og i klart Vejr, uden at noget kunde gøres for at forhindre det.«
Johan Restorff Jacobsen skrivar, at Helga hevði somu tónleikagávurnar sum hini systkini, eins og hon kundi vera skemtingarsom og undirhaldandi.
Uppfann lýsilampu
Nyholm var føddur á Viðareiði. Pápi hansara var eitt tíðarskeið leiðari fyri úthandlinum hjá Restorff á Viðareiði.
Nyholm starvaðist alla sína tíð sum kommunalur vatnmeistari í Havn.
Hann lat í 1914 upp blikk- & rørsmiðju. Fýra tey fyrstu árini arbeiddi hann í kjallaranum heima hjá sær sjálvum undir Glasheyggi. Hann hevði sítt virki í Perluni í nøkur ár, áðrenn hann flutti niðan aftur undir Glasheyggj. Hann gavst í 1951.
Verkstaðurin hjá Nyholm var í ovastu hædd í Perluni. Í niðastu hædd hevði Vágsbotnshandilin goymslu, og í miðhæddini var handilin Thorshavns Pianomagasin.
Nyholm varð eisini kendur sum »uppfinnari« av eini lýsilampu undir 1. veraldarbardaga. Tá fekst einki petroleum. Lýsi fekst úr fiskalivur, sum nóg mikið var av, men hetta kravdi eina serliga lampu.
Yrkjari og løgtingsmaður
Nyholm Debess hevði eisini áhuga fyri tí meiri mentunarliga eins og fyri samfelagsligum viðurskiftum.
Í 1998 gav forlagið Sprotin út bókina »Aldan« við tilfari frá Nyholm Debes. Sagt verður í fororðinum, at her verður roynt at geva eina mynd av Føroyum fyrrapartin av seinastu øld. Harumframt mynd av einum hugsjónarmanni, sum um næturnar við hamara og tong skrúvaði skaldskap saman á einum máli, sum tá valla var til, og sum um dagarnar gjørdi baðiverislir til kr. 390.
Í hesi bók eru yrkingar, greinir, røður og søgur. Serliga dúgligur tykist hann at hava verið at yrkt. Í bókini eru úti við 60 yrkingar, onkrar av teimum týddar. Johan Restorff Jacobsen hevur gjørt lag til onkra av teimum. Yrkingarnar spenna vítt, líka frá »Vøgguvísu« til »Seyðahøvdaveitslu.«
William Heinesen skrivaði millum annað um Nyholm Debes: »Hann hevði tíðliga stóra ávirkan á meg. Eg var ofta gestur í heimi teirra, búði eisini har eina tíð í 10 ársaldrinum. Tað fyrsta eg minnist um Nyholm var hansara ljósu og fródligu sangrødd. Hann sang og lyljaði ofta, meðan hann arbeiddi og serliga eftir arbeiðstíð, tá ið hann hevði lagt amboðini frá sær.
Nyholm hevði fingið sína útbúgving í Noregi. Men umframt at leggja seg eftir at læra handaverk sítt, legði hann alstóran dent á at ogna sær kunnleika til tann norska bókmentaheimin.
Umframt at vera týðari og yrkjari var Nyholm Debes eisini politikkari, og hann sat í løgtinginum frá 1918 til 1936 fyri sjálvstýrisflokkinum, har Jóannes Patursson var oddamaðurin mikli. Nyholm gjørdi eisini eina yrking um Jóannes.
Sum løgtingstalari var hann sakligur og lítið orðamikil og viðhvørt nakað turrisligur. Hann gav heldur hinum starvsbrøðrum sínum upp í hendur at breggja og mála í eygað.
Men trúgvur sjálvstýrismaður og »bóndans fylgismaður« var hann altíð. Vertskapsmaður var hann frálíkur og kundi tá vera óføra skemtiligur í orðum.«
Edvars Mitens skrivaði millum annað í minningarorðum: »Í 1915 fekk eg áheitan frá millum øðrum Nyholm Debes um at bjóða meg fram til fólkatingsval.
Í mong ár arbeiddu vit saman á tingi. Nyholm gjørdi stórt og gott alment arbeiði í Framburðsfelag, í býráðnum og á tingi. Hann var trúfastur og álítandi og hevði serstakliga áhuga fyri at hjálpa sjúkum. Hann var í mong ár formaður fyri bróstsjúkrahúsnevndini og gjørdi har eitt gott arbeiði fyri at bøta um viðurskiftini á bróststjúkrahúsinum.
Eg minnist Nyholm frá manndómsárunum og frá árunum, tá ið hann eldist. Blídligur og fryntligur var hann, tá tú hitti hann. Eg vitjaði hann á seinastu sjúkralegu. Sjúkur og eldur var hann. Vit talaðu um gamlar dagar. Tað var tó tann sami Nyholm, og eitt lítið smíl leikti á andliti hansara. Lívið bar honum eisini sorg og mótreym, men gjøgnum alt gekk hann fram og tað vakra og ljósa sá hann, og tað legði glæmu yvir dagarnar.«
Nyholm og Helga fingu børnini Margit, Elsu og Anfinnur. Ættin hjá honum er framvegis kend sum tónleikarar. Nyholm var eisini við í Havnar Hornorkestur frá byrjan av.
Næstu ferð
Í komandi parti verður greitt frá Anders Neuhausen, verfaðir Valdemar Lützen, kendur handilsmaður í Havn