Nyrup er sjálvandi vælkomin

Tað verður einki serligt hóvasták gjørt burtur úr, hóast danski forsætisráðharrin og grønlendski landsstýrisformaðurin koma á vitjan, sigur stjórin á Hotel Hafnia

Tað skal eingin ivi vera um, at á Hotel Hafnia verður Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, væl móttikin, sigur Jóhan Restorff, stjóri.

Hóast okkurt av donsku bløðunum hevur lagt einum ónevndum hotelstarvsfólki í Havn eitthvørt óheppið í munn, sigur Jóhan Restorff, stjóri á Hotel Hafnia, har Nyrup og fylgi skulu búgva, at hann er sjálvandi vælkomin.

Jóhan Restorff leggur eina við, at hatta, sum endurgivið varð í Sosialinum í gjár, hevur als einki við Hotel Hafnia at gera.

»Tað er eingin her á hotellinum, sum hevur tosað við hasar menninar,« sigur hann.

Jóhan Restorff sigur, at har verður sjálvandi ikki gjørdur munur á, hvør gesturin er. Tað er eitt professionelt rikið hotel, og hvør tann, sum vil, kann búgva har.

Annars verður einki serligt gjørt burtur úr, at forsætisráðharin býr á Hotel Hafnia, sigur Jóhan Restorff. Kortini verður flaggað framman fyri hotellinum við trimum fløggum, sum vísa á, at ríkisfundur verður hildin.

»Bara tað, at hann kemur higar, er reklama í sær sjálvum,« heldur Jóhan Restorff.

Hotel Hafnia hevur tríggjar suitur, og Poul Nyrup Rasmussen skal búgva í eini teirra, meðan hann er her.

Eisini Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður, skal búgva á Hotel Hafnia. Og báðir hava fylgi við.

Annars gongur alt sum vanligt. Matstovan er opin sum vanligt, og einki serligt er gjørt burtur úr matgerð ella tílíkum.

Aðrir gestir eru eisini á hotellinum hesar dagarnar. Tað verið seg útlendsk vinnufólk og onnur. Men sum vera man eru nógv pressufólk sovorðnar dagar, sigur Jóhan Restorff. Tað búgva fleiri norðurlendsk tíðindafólk har um dagarnar.

Heldur ikki hjá løgregluni verður nakað serligt gjørt burtur úr, hóast hægsti maður í ríkinum kemur á vitjan, sigur Suni Vinther, støðleiðari á politistøðini í Havn.

Tað er soleiðis, sigur hann, at forsætisráðharrin er í ríkinum, og so verður hann roknaður sum aðrir borgarar.

Hevði tað verið fremmandur ríkisleiðari ella drotningin, sum kom, var ørðvísi.

Tað hevur verið róð fram undir, kanska serliga í danskari pressu, at føroyingar fóru at taka í móti Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, við eggum og tomatum.

Suni Vinther kennir einki til, at nakað slíkt er undir uppsigling. Og almenn mótmælisgonga ella -fundur, skal boðast løgregluni frá í seinasta lagi 24 tímar, áðrenn tiltakið skal vera.

Tá Sosialurin tosaði við støðleiðaran fyrrapartin í gjár, var eingin slík fráboðan komin. Og sum skilst hevur heldur eingin handil í høvuðsstaðarumráðnum havt serliga stóran umsetning av eggum ella tomatum.