Nyrup lendi í eldinum

Forsætisráðharrin við ikki gera viðmerkingar til tíðindini hjá TV2

Danski forsætisráðharrin hevði ivaleyst vænta eina bleyta lending, nú hann er komin á almenna vitjan í Føroyum.

Men so skuldi ikki verða.

Nú tað heita bankamálið er kølnað, fer ein kanning av kalda krígnum kanska at skapa næstu kreppuna í ríkisfelagsskapinum.

Meðan Poul Nyrup Rasmussen og kona hansara, Lone Dybkjær, pakkaðu kuffertini á Frederiksberg mikukvøldið, kundi danska sjónvarpsrásin TV2 avdúka partar av kanningini, sum føroyskir søgufrøðingar hava gjørt í skjalasøvnum í USA.


Dult upplýsingar

Sambært TV2 fer føroyska kanningin at staðfesta, at danir hava dult týðandi upplýsingar fyri føroyingum í sambandi við sokallaðu NATO-støðina í Mjørkadali, sum í roynd og veru var ein amerikansk hernaðarstøð.

Tá Nyrup var álopin av donskum og føroyskum journalistum á flogvøllinum í Vágum í gjár, vildi hann ongar viðmerkingar gera til nýggjastu upplýsingarnar um NATO-støðina.

Nyrup verður verandi her í landinum til týsdagin, og næstu dagarnar kann hann vænta sær nógvar spurningar um NATO-málið, so møguliga fer seinni at ber til, at fáa onkra viðmerking frá danska forsætisráðharranum