Nyrup var meira opin

Óli Breckmann heldur, at danski forsætisráðharrin undir aðalorðaskiftinum í gjár var meira opin í málinum ríkisrættarligu støðuna

John Johannessen


Eftir fyrstu hálvu av aðalorðaskiftinum á fólkatingi í gjár um rískisrættarligu støðu Føroya fyrrapartin í gjár, helt føroyski fólkatingslimurin, Óli Breckmann, greiðar ábendingar vera um, at danski forsætisráðharrin fór at verða at tosa við tá samráðingarnar halda fram.

Óli Breckmann sigur, at Poul Nyrup Rasmussen sýntist at vera meira opin fyri at viðgera málið seriøst, enn hann var undir fyrsta samráðingarumfarinum fríggjadagin 17. mars.

Serliga áhugaverda heldur Óli Breckmann framsøgurøðuna hjá Jan Petersen úr Sosialdemokratiet vera. Hann heldur tað vera sera áhugavert, at Jan Petersen í røðu sínar leygi upp til, at blokkstuðulin skal burtur, líkamikið um Føroyar fáa full-veldi ella ei.

Hetta, heldur Óli Breckmann, eigur at minka um áhugan millum føroyingar fyri einari loysn innan fyri ríkisfelagsskapin.

Óli Beckmann gjørdi tó greitt í stuttu samrøðu síni við Sosialin á middegi í gjár, at orðaskifið enn var komið so mikið stutt, at hann ikki kundi gera nakra serliga ítøkiligar viðmerkingar til orðaskiftið.