Nýtt frá Lailu av Reyni

So er aftur tíð at kunngera eitt nýtt staklag. Lagið kallast Mediocre Falls.

 

Hesum boðar Laila av Reyni frá í tíðindaskrivi.

 

Tað er ein sangur, sum snýr seg um, at tað er okay at fylgja sínum hjarta og vera ein sjálvur - sjálvt um tað kann fáa avleiðingar.

 

Lagið er nú at hoyra á øllum streaming tænastum, so sum Spotify, Apple Music, YouTube Music, Amazon Music, TikTok v.m.

 

##med2##

 

Orð og lag: Søren Graversen og Helene Bak

 

Útseting og øll ljóðføri:Søren Graversen

 

Framleitt:Rune Braager

 

Ljóðblanda:Holger Lagerfeldt

 

Upptøkur: Carpark North studio og IntroVers Studio

 

Cover mynd: Miriam & Janus

 

Grafikkur: Eiler Fagraklett