Nýggja havnalagið millum Bedingsbryggjuna og Kósabryggjuna varð avhendað til Klaksvíkar Havn í dag á lítlari samkomu á atløgubryggjuni seinnapartin.
Hetta havnalagið er smáar 60 metrar til longdar, og er samlaður kostnaðurin 6,7 miljónir krónur, sum er væl minni enn tað, sum kommunan upprunaliga hevði roknað við.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, helt røðu, har hann takkaði arbeiðstakarunum fyri valaverk og fegnaðist um hetta íkastið til havnalagið, sum nú tilsamans er um 360 metrar - Kósabryggjan, Bedingsbryggjan og nú hesir 60 metrarnir, sum eru bygdir aftrat.
Borgarstjórin vísti millum annað á, at henda bryggjan liggur tætt upp at Klaksvíkar Sleipistøð og Kósavirkinum. Vón hansara er, at nógvur aktivitetur verður í økinum, og at allar fyritøkur og handlar í Norðoyggjum fáa gleði og gagn av hesari íløgu.
Kristian Rasmussen, verkfrøðingur hevur verið byggiharraráðgevi og hevur havt verkætlanarleiðsluna, byggileiðslu og fakeftirlitið um hendi.
Preben Hansen, ráðgevandi verkfrøðingur, hevur projekterað bryggjuna og hevur bjóðað arbeiðið út.
KJ-EL ráð v/ Kristmar Johannesen hevur projekterað el og hevur havt fakeftirlit, byggifelagið Kanjon hevur framt byggiarbeiðið, El-pro við Jákupi Paula Jacobsen hevur framt el-arbeiðið, meðan Vatndeild kommununar hevur tikið sær av vatnleiðingsarbeiðnum.
Tekniska umsiting hjá Klaksvíkar kommunu hevur tikið sær av ráðleggingarpartinum hjá Klaksvíkar havn.
Tað var undanfarna havnanevndin, ið tók stig til at raðfesta hesa verkætlan, sum alt býráðið tók undir við, tí kommunan sá fyri sær - eisini vísandi til økta virksemið á bedingini - at alt vinnuøkið á Kósini fór at fáa stórt gagn av hesi verkætlan.
Sáttmálin varð undirskrivaður í mai 2013 og varð seinasta hond løgd á í hesi vikuni.
Óluva Klettskarð, forkvinna í Havna- og vinnunevndini helt eisini røðu, áðrenn boðið varð til ábit inni á Kósini eftir hátíðarløtuna.
Óluva Klettskarð treiv í søguna um bygging av havnalag og beding í Klaksvík upp gjøgnum tíðirnar og endaði røðu sína við hesum orðum:
- Sum havna- og vinnunevndarforkvinna er tað mær ein heiður og gleði at taka ímóti hesum valaverki. Og tað er harumframt sera hugaligt at síggja og hoyra, at hetta verk longu hevur verið til gagns fyri virksemi' hjá millum øðrum Klaksvíkar Sleipistøð.
Orð & myndir: Dávur Winther.