Kiasmos teknoduoin hjá føroyska Janusi Rasmussen og íslendska nýtímans klassiska tónasmiðinum Ólafur Arnalds, hava latið eitt nýtt lag úr hondum.
Minimalistiska teknoduoin vitjaði í Føroyum í 2009, og hevur síðan tað bæði útgivið løg og verið á konsertferðum í Evropa. 14. februar fer bólkurin á pall í Reykjavík í sambandi við Sonar Reykjavík.
Men nú er eitt lag hjá bólkinum tøkt, og kann hoyrast her.
Lagið eitur Loops og er eitt meditativt og friðarligt lag.
Janus Rasmussen, ið vit kenna úr Byrta, spælir í Íslandi í bólkinum Bloodgroup, og tað var í sambandi við, at Ólafur Arnalds var ljóðmaður hjá Bloodgroup, at teir báðir hittust og samdust um at fara at gera minimalistiskan, eksperimenterandi tekno tónleik.