Nýtt oddalið í Hvonndeildini

Uttan slit vunnu kyndilskvinnur tryggan útisigur í Klaksvík.

Ein dystur hevur verið spældur í Hvonndeildini í kvøld, og var hann ímillum Kyndil og Stjørnuna.

 

Kyndil var greiður favorittur, og vunnu kyndilskvinnur eisini ein tryggan sigur. Úrslitið gjørdist 22-34 til Kyndil eftir hálvleiksstøðuna 8-17.

 

Úrslitið merkir, at Kyndil nú er á odda í Hvonndeildini. Grøna høvuðsstaðarfelagið hevur 16 stig eftir 10 spældar dystir. Kyndil hevur yvirhálað grannarnar úr Neistanum, ið hevur eitt stig færri, men eisini hava neistakvinnur spælt ein dyst minni. Teimum á baki er VÍF, sum hevur 14 stig eftir 10 dystir, so ikki kann sigast annað enn, at tað er sera spennandi í oddinum í Hvonndeildini. 

 

Tað hevur ikki eydnast at útvega dómaraseðilin frá dystinum, men vit vóna, at fatur fæst á dómaraseðlinum seinni í kvøld.